Skriva út
Lagt út: 03.06.2020

Grein um kanning av sambandi millum livralit og trivnað hjá rognkelsi

Tíðarritið ”Scientific Reports” hjá Nature Publishing Group hevur almannakunngjørt vísindaliga grein, sum Kirstin Eliasen, ph.d. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og Esbern J. Patursson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord, hava skrivað í samstarvi við øðrum granskarum.

Greinin snýr seg um kanning av, um liturin á livrini hjá rognkelsum kann siga nakað um, hvussu fiskurin trívist og er fyri. Enska heitið er "Liver colour scoring index, carotenoids and lipid content assessment as a proxy for lumpfish (Cyclopterus lumpus L.) health and welfare condition." Greinin kann lesast ókeypis her.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatýnari í føroysku alivinnuni, eins og í fleiri alitjóðum kring okkum. Greinin vísir á, at samband er millum litin á livrunum hjá rognkelsum og føðslu-, vælferðar- og heilsustøðuna hjá fiskinum.

Livraliturin kann tí nýtast hjá alivinnuni at eyðmerkja møguligan mistrivnað hjá rognkelsunum í aliringunum, og gevur soleiðis vinnuni møguleika at tillaga fóðring og røkt samsvarandi.

Greinin er eitt samstarv millum Fiskaaling, HiddenFjord og Universitetið í Stirling, Skotlandi.

Kelda og myndir: Fiskaaling