Skriva út
Lagt út: 08.08.2016

Grein um, hvat kann vera undir føroyska basaltháslættanum

Jana Ólavsdóttir og Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingar á Jarðfeingi, hava skrivað eina grein saman við Martyn S. Stoker, BGS (British Geological Survey), sum júst er almannakunngjørd í Geological Society, London, Special Publications.

Heitið á greinini er “The stratigraphy and structure of the Faroese continental margin” og viðger í stóran mun, hvat væntandi er at finna undir tí føroyska basaltháslættanum. Arbeiðið byggir á tær jarðvísindaligu greinar og kanningar, sum eru skrivaðar og gjørdar um og í føroyska økinum fram til dagin í dag.

Greinin kann lesast her

Greinin kemur út í bók seinni í ár saman við umleið 20 øðrum greinum í sambandi við, at NAG-TEC atlasið, sum var liðugt í 2014, er leysgivið til nýtslu hjá almenninginum.

NAG-TEC (Northeast Atlantic Geoscience Tectonostratigraphic Atlas), er ein stór norðurevropeisk verkætlan, sum Jarðfeingi er partur av saman við British Geological Survey (BGS), Íslenskar Orkurannsóknir (ISOR), Norges Geologiske Undersøkelse (NGU), TNO innovation for life (Niðurlendskur granskingarstovnur), Geological Survey of Northern Ireland (GSNI), Geological Survey of Ireland (GSI) og De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS).

Verkætlanin var lutvíst fíggjað av oljufeløgum, lutvíst av granskingarstovnunum sjálvum. Endamálið við NAG-TEC er millum annað at betra um vitanarstøðið undir oljuleiting í Norðuratlantshavi.

Les um Janu Ólavsdóttir í Heilagrunninum

Kelda: jf.fo