Skriva út
Lagt út: 03.07.2012

Grein um hitaávirkan á ítróttaravrik

Magni Mohr, granskari við University of Exeter, hevur saman við øðrum fingið nýggja grein í tíðarritið PLoS ONE. Greinin kallast “Physiological Responses and Physical Performance during Football in the Heat” og kann lesast her.

Í oktober 2010 luttóku fótbóltsleikarar úr B36 í stórari granskingarverkætlan i Qatar í Miðeystri, har endamálið var at kanna ávirkanina av hørðum intervalarbeiði undir stórum hitatrýsti á fysiologiskar skipanir, umframt evnini hjá ítróttarfólkum, ið vanliga kappast í lutfalsliga køldum umhvørvi, at laga seg til arbeiði í nógvum hita. Í 2011 kom fyrst greinin i Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports. Í stuttum vísa hesi úrslit, at við rættari tillagingarætlan til arbeiði í hita ber til at røkka stórum fysiologiskum tillagingum, sum eisini ávirka kropslig avrik í vanligum umhvørvi. Tað vil siga at til ber at brúka hitavenjing beint uppundir kappingar, eisini hóast tær fara fram í vanligum umhvørvi.

Onnur greinin er sum nevnt prentað í amerikanska tíðarritinum PLoS ONE, har víst verður, hvussu ymiskt leikararnir møðast í hita samanborið við vanligar umstøður. Møðismynstrið (fatigue pattern) broytist munandi í hitanum, har fysiologiskar mekanismur í heilanum fáa størri ávirkan enn mekanismur í sjálvum vøddunum.

Ein triðja grein er upptikin i British Journal of Sports Medicine og kemur á prent um góðar tveir mánaðir. Henda greinin vísir, hvussu ítróttarfólki, ið eru serliga væl ella illa egnaði til arbeiði í heitum umhvørvi, kunnu finnast vid fysiologiskum mátingum. Henda vitan er sera týdningarmikil hjá øllum teimum, sum skulu kappast i hita. Í løtuni verða genkanningar framdar fyri at leita eftir serstøkum genum, sum kunnu spáa um hita-toleransu.

Ein fjórða grein er eisini skrivað og send til tíðarritið Journal of Physiology. Hon snýr seg um hvíldargongdina eftir arbeiði í nógvum hita, har hugt er eftir, hvussu hypertermia ávirkar niðurbróting av vøddasukri, hvat hendir fyrstu dagarnar eftir kapping og hvussu hetta hongur saman vid mikroskaðum i vøddakyknuni.

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum