Skriva út
Lagt út: 11.09.2013

Grein um heilsustøðuna hjá 76 CTD sjúklingum

Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við samstarvsfeløgum fingið almannakunngjørt nýggja grein um CTD. Greinin hevur heitið: ”Primary Carnitine deficiency in the Faroe Islands: health and cardiac status in 76 adult patients diagnosed by screening”

Talan er um umfatandi lýsing av 76 vaksnum sjúklingum við CTD, ið ikki vóru í viðgerð við L-karnitin, áðrenn tey vórðu kannaði fyrstu ferð. Úrslitini vísa, at ongin sjúklingur var illa sjúkur, tá CTD varð staðfest. Viðgerð við L-karnitin varð staðfest at bøta munandi um livimátan hjá mongum CTD sjúklingum. Hjartabygnaðurin var normalur hjá øllum uttan einum og eingin tekin vóru til hjartaórógv.

Greinin varð almannakunngjørd í Journal of Inherited Metabolic Disease fyri stuttum.

Kanningarúrslitini um CTD í Føroyum hava vakt altjóða ans og viðurkenning – og verður tað mett, at granskingin av CTD í Føroyum kann gagna sjúklingum við CTD í umheiminum eisini.

Enskur samandráttur kann lesast her

Les um Jan Rasmussen í Heilagrunninum