Skriva út
Lagt út: 29.12.2020

Grein um handfaring og burturbeining av COVID-19 í Føroyum

Marin Strøm og Marnar Fríðheim Kristiansen hava saman við øðrum rithøvundum skrivað stutta grein í altjóða tíðarritinum The Lancet – Regional Health Europe við heitinum “Elimination of COVID-19 in the Faroe Islands: effectiveness of massive testing and intensive case and contact tracing.”. Les greinina her

Í greinini verður lýst, hvussu Føroyar hava handfarið COVID-19 og hava fingið burturbeint smittuna.

Føroyska strategiin hevur lagt áherðslu á nágreiniliga smittu-og kontaktsporing og umfatandi koronu-kanningar, ið eru lætt atkomuligar fyri flestu føroyingar. Sum aftursvar til útbrotið í august (sonevndu aðru bylgju) vórðu 42.410 kanningar  gjørdar í tíðarskeiðinum frá 3. til 24. august (81.558 tests/100.000/pers). Úrslitið av hesum var 186 váttaðir COVID-19 tilburðir, og smittan varð útilokað uttan størri inntriv í gerandislív føroyinga.

Royndirnar frá londum sum Føroyar og New Zealand vísa, at tað ber til at burturbeina COVID-19 í øllum føri í londum, har eftirlit kann havast við landamørkini. Men tá ongin heimsumfatandi strategi er at útiloka COVID-19, kann burturbeining bara vera fyribils, og tað er avgerandi, at myndugleikar eru til reiðar at skipa tiltøk at tálma smittuni, og fram um alt halda fast í strategiini við umfatandi kanningum og smittusporing.

Høvundarnir eru: Marin Strøm, Marnar Fríðheim Kristiansen, Debes H. Christiansen, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen. Arbeiðið við greinini er fíggjað av samstarvsstovnunum.