Skriva út
Lagt út: 22.01.2019

Grein um framtíðarmyndirnar hjá ungdómi úr Japan

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Fróðskaparsetrinum, hevur útgivið eina vísindaliga grein, Future Images of Contemporary Oki Islands Youth, í tíðarritinum Asian Anthropology (2019). Greinin byggir á ráðstevnuframløgu, sum hann hevði á fjúrtandu árligu ráðstevnuni hjá Nordic Association for the Study of Contemporary Japanese Society, sum varð hildin á universitetinum í Keypmannahavn á vári 2018.

Hetta er triðja greinin, Firouz Gaini skrivar um ung úr hesum lítla japanska oyggjabólkinum. Hinar hava verið í Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies (2016) og Jordens Folk (2017).

Greinarnar byggja á ta fyrru av tveimum etnografiskum verkætlanum hjá Firouz Gaini í Japan (2015).

Greinin – á vegamótinum millum Islands Studies, ungdómsgransking og framtíðargransking – kannar mentanarligu samleikarnar og framtíðarmyndirnar hjá ungdómi úr Okioyggjunum. Hvørjar vónir og dreymar, ynski og mál, hava tey ungu fyri sína framtíð? Í stóru býunum í Japan verður í dag tosað um eina “ungdómskreppu” við einum “mistum ættarliði” í einum “mistum áratíggju” – hesar lýsingarnar, ið javnan eru frammi í miðlunum, vísa til nakrar av teimum djúpu avbjóðingunum, sum landið stendur fyri. Hvat fer at henda í framtíðini? Og hvørjir eru munirnir á ungdómi úr stórbýum og ungdómi úr smáum útjaðarasamfeløgum? Greinin er grundað á samrøður og spurnakanningar við næmingum úr einum studentaskúla í Okioyggjunum. Nógv evni verða viðgjørd í greinini; til dømis flytføri (til- og fráflyting), útbúgving og vitan, gerandislív og mentan, og burðardygga samfelagsmenning. Oki hevur umleið 24.000 íbúgvar, sum búgva á fýra oyggjum. Japan telur 6852 oyggjar, og fólk býr í 421 av hesum oyggjunum.

Samandráttur av greinini sæst á heimasíðuni hjá Asian Anthropology 

Verkætlanin fekk fígging úr norskum og norðurlendskum/japanskum granskingargrunnum.

Mynd: Firouz Gaini (c)