Skriva út
Lagt út: 06.02.2017

Grein um føroyskar skógarmottur

Skógarmottur breiða seg um eitt víðari øki enn áður í norðurlondum og finnast alt hægri í Alpunum. Í nýggjari grein verða kanningar av útbreiðslu og títtleika av føroyskum skógarmottum lýstar.

Greinin kallast: ”Surveillance for Ixodes ricinus ticks (Acari, Ixodidae) on the Faroe Islands.” og er almannakunngjørd í tíðarritinum Ticks and Tick-borne Diseases."

Høvundarnir eru Jolyon M. Medlock, Keileigh Hansford, Alexander.G.C. Vaux, William Simonsen, Jens-Kjeld Jensen, Christina Joensen, Veerle Versteirt, Leivur Janus Hansen.

Les samandrátt á enskum her

Les eisini um skógarmottu á heimasíðuni jenskjeld.info

Mynd: Marita Gulklett (c)