Skriva út
Lagt út: 06.11.2012

Grein um føroyskar sjómenn og bilar í etnografiskum tíðariti

Firouz Gaini, antropologur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur grein  við heitinum “En sømand går i land” í nýggjastu útgávuni av danska tíðarritinum "Jordens Folk”, sum Dansk Etnografisk Forening gevur út. Í úgávuni nr. 1-2012 er evnið Asfalt og har eru 5 etnografiskar greinar, les meira her

Firouz Gaini lýsir stutt evnið í greinini soleiðis:
“Bilurin hevur havt ein serligan status og leiklut í føroyskum ungdómsmentanum síðani sjeytiárini. Tað eru serliga ungir menn frá siðbundnum sjómansfamiljum, sum hava knýtt seg at bilinum - sum flutningstól, undirhald og prestisjusymbol. Seinnu árini er støðan hjá bilmentanini viknað munandi. Tey ungu hava fingið eyguni upp fyri øðrum frítíðarvirksemi."

Firouz Gaini fer í farloyvi frá Námsvísindadeildini frá 1. desember. Hann tekur við einum 3 ára post.doc. granskingarstarvi á Norwegian Centre for Child Research á Norwegian University of Science and Technology í Tróndheimi. Hann skal arbeiða við eini antropologiskari verkætlanin um barnamentan og barnarættindi við serligum denti á mentanarlig rættindi. Les meira her

Les eisini um Firouz Gaini í Heilagrunninum