Skriva út
Lagt út: 02.12.2014

Grein um føroyska jarðfrøði í AAPG Bulletin

Jana Ólavsdóttir, Jarðfeingi, hevur skrivað eina grein saman við Morten Sparre Andersen, GEUS, Fróðskaparsetur Føroya og Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, sum júst er almannakunngjørd í viðurkenda vísindaliga jarð-kolvetnis tíðarritinum AAPG Bulletin (American Association of Petroleum Geology Bulletin). AAPG (American Association of Petroleum Geology) hevur umleið 35.000 limir, harav ein triðingur eru uttanfyri USA.

Heitið á greinini er: “Reservoir quality of intra-basalt volcaniclastic units onshore Faroe Islands, North Atlantic Igneous Province, NE Atlantic”. Greinin viðger kolvetnis/vatn goymslueginleikarnar á teimum sokallaðu royðigrótslindunum (legugrýtið), sum liggja millum basaltfláirnar.

Kanningar av seismikki og boringum í Hetlandsrennuni vísa, at upp til 3 km av legugrýti liggja omaná basaltinum, og upp í 75 % av basaltpakkanum í Hetlandsrennuni er legugrýti. Legugrýtið er runnið saman í Hetlandsrennuni ymsastaðni frá, eitt nú Fugloyarrygginum, Munkagrunninum, Føroyaháslættanum og bretska økinum. Dygdin í legugrýtinum sum goymslugrýti er tætt tengt at uppruna steinslagnum, og legugrýtið, sum er máað av føroyska økinum, er mett at vera verri goymslugrýti enn leðugrýti, sum er máað av bretska økinum.

Av tí at so sera fáar royndir eru tiknar av legugrýtinum omaná og í basaltinum í teimum boringunum, sum higartil eru boraðar í Hetlandsrennuni, eru royndir av legugrýtinum tiknar úr teimum boringunum, sum eru boraðar á landi í Føroyum. Úrslitið av kanningunum av legugrýtislindunum kann síggjast í greinini, og sigast kann, at partar av royndunum høvdu betur goymslueginleikar enn frammanundan væntað. Eisini kann sigast, at smáar rivur í legugrýtinum eru við til at betra enn meira um goymslueginleikarnar. Hetta er alt nakað, sum kann hava týdning fyri leitingina eftir kolvetnum í føroyskum øki. Ein fyritreyt fyri at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum er m.a. gott goymslugrýti.

Innihaldið í hesi grein er í høvuðsheitum fíggjað av Loyvi 008 ígjøgnum SINDRI-samtakið. Umframt SINDRI hava Jarðfeingi, Granskingargrunnurin, Statoil og ENI fíggjað ph.d.-verkætlanina, sum greinin er partur av.

Greinin kann lesast her  (krevur hald).

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Enskur samandráttur

The Paleocene and Eocene strata in the western part of the Faroe-Shetland Basin contain abundant volcanic and volcanoclastic rocks. Recently hydrocarbon discoveries have been made in reservoirs of siliciclastic origin in intra- and post-volcanic strata in the central Faroe-Shetland Basin showing that an active petroleum system is present in the volcanic affected area. The siliciclastic reservoirs are present in the same stratigraphic levels as the volcanic and volcaniclastic rocks and in places, the siliciclasics and the volcanics interfinger. The assumption from published studies so far, based on limited data, is that the volcanic and volcanoclastic rocks are non-reservoir facies. In this study it is demonstrated, based on studies of 140 core samples representing more than 70 different volcaniclastic interbeds from onshore Faroe Islands that 18 samples are in the He porosity range of 20-43% and gas permeability range of 1.0-110 md and among these samples 7 are of epiclastic and 11 of pyroclastic origins. These 18 samples have been investigated further. Among the 7 samples of epiclastic origin 5 stem from Glyvursnes-1 well Argir Beds that is a fluvial deposit located close to a fault. These samples are correlated and compared with the wireline logs from Glyvursnes-1. Based on this comparison it is found that the porosity of the Argir Beds is best estimated form wireline logs using Vp (p wave seismic velocity), Vs (s wave seismic velocity) or resistivity logs.

Onshore samples are used as Faroese offshore volcaniclastic intervals are represented by a few confidential samples where the stratigraphic level is uncertain. The onshore samples have been taken from 29 geotechnical (made related to tunnel building etc.) and 2 scientific (made related to research of the geology) boreholes and represent almost the entire stratigraphic volcaniclastic interval onshore Faroe Islands and in addition they cover also geographically most of the Faroe Island area. The intervals where the samples are taken represent both in situ and transported material. Three units are ascribed to fluvial, mass flow and swamps deposit environment, respectively whereas the remaining beds are most likely pyroclastic deposits. He porosity, gas permeability and grain density were measured and in addition thin sections of all the samples have been produced.

Mynd

Myndin vísir eina tunnflís av legugrýtisprøva nr. 117, tikin úr Skálafjarðartunnil-1 kjarnuni, borðaður á Sandvíkum, Streymoy. Prøvin er tikin uml. 40 m niðri í kjarnanum. Goymslugrýtiskanningar av prøvanum vístu, at hann hevði ein porøsitet á 31,74% og ein permeabilitet á 21.34 md. Tann sjónligi porøsiteturin (tann blái liturin), sum sæst í prøvanum, er 21,34 %.