Skriva út
Lagt út: 21.05.2013

Grein um fólkakanningina av CTD í 2009-11 í altjóða tíðarriti

Jan Rasmussen, lækni og ph.d. lesandi á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við sínum samstarvsfeløgum fingið almannakunngjørt eina nýggja umfatandi grein um stóru fólkakanningina fyri CTD, ið varð framd í tíðarskeiðinum 2009-2011. Greinin, ið hevur heitið ”Carnitine levels in 26,462 individuals from the nationwide screening program for primary carnitine deficiency in the Faroe Islands” er júst vorðin almannakunngjørd á alnótini í tíðarritinum Journal of Inherited Metabolic Diseases og kemur í pappírútgávu seinni í ár.

Greinin lýsir stóru luttøkuna í fólkakanningini fyri CTD árini 2009-2011. Í hesum tíðarskeiðinum vóru fleiri enn 55% av øllum føroyingum kannaðir fyri CTD. Fyri fyrstu ferð verða úrslit fyri karnitin innihald í blóðinum hjá vaksnum fólkum almannakunngjørd, áður hava bert virði hjá børnum verið tøk. Úrslitini vísa, at kvinnur í burðardyggum aldri hava eitt lægri karnitin innihald í blóðinum enn menn.

Funnin vóru 87 fólk við CTD í kanningini. Hetta gevur ein títtleika á 1:297 av CTD í Føroyum, ið er nógv tað mesta, sum er skrásett í heiminum. Aðrastaðni er títtleikin skrásettur at vera
1:40.000.

Kannað varð, um eitt niðara mark á 5 mikromol/L av fríum karnitini var nøktandi í mun til at finna øll við CTD. Staðfest varð, at eitt niðara mark á 7 mikromol/L var meira hóskandi. Tó varð eisini staðfest, at øll við sterkasta slagnum av CTD (N32S/N32S) vóru funnin við einum niðara marki á 5 mikromol/L.

Kanningar verða framhaldandi gjørdar og eru aðrar greinar í umbúna.

Les samandráttin av greinini her

Granskinagrgrunnurin fíggjar part av verkætlanini. Les meira um  verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum
 
Les um Jan Rasmussen í Heilagrunninum