f06bd56eb68aa440c86c1b459ec545af.JPG
Skriva út
Lagt út: 13.05.2012

Grein um føroyskan tara

Agnes Mols Mortensen, ph.d. lesandi við University of New Hampshire í USA, hevur, saman við øðrum, grein í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum European Journal of Phycology. Greinin kallast "New insights into the biodiversity and generic relationships of foliose Bangiales (Rhodophyta) in Iceland and the Faroe Islands".

Agnes og samstarvsfelagarnir hava kannað slagfjølbroytnið innan reyðtaraordanin Bangiales í Føroyum og Íslandi. DNA markørar vóru nýttir til at greina sløgini hvør frá øðrum, og í alt vóru trettan ymisk sløg funnin. Í greinini er, millum annað, eitt nýtt slag lýst. Slagið eitur Pyropia njordii, Purpurhinna Njarðar, og er funnið í Tjaldavík á Trongisvágsfjørði.

Myndin vísir slagfjølbroytnið í Íslandi.

Øll greinin kann lesast her 

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Les um Agnes Mols Mortensen í Heilagrunninum

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum