Skriva út
Lagt út: 23.08.2016

Grein um flokkan av krabbakyknum

Ein nýggj flokkan av krabba kann fáast við at taka útgangsstøði í vanliga kyknuslagnum, har krabbi tekur seg upp

Kim Bergkvist hevur fingið grein almannakunngjørda um arbeiði við krabbakyknum, sum hann gjørdi í sambandi við sína ph.d.ritgerð. Greinin er í tíðarritinum Experimental Hematology og kallast ”Characterization of memory B cells from thymus and its impact for DLBCL classification.” Greinin er skrivað í samstarvi við starvsfelagar í Aalborg. Samandráttur sæst her 

Krabbi tekur seg upp, tá vanligar kyknur í kroppinum broytast til krabbakyknur orsakað av genetiskum feilum, sum kunnu hava nógvar ymsar orsøkir. Krabbi er ikki bara ein sjúka, men verður flokkað eftir, hvar í kroppinum, hann tekur seg upp og tað finnast tí nógv ymisk sløg av krabba.

Í hesi kanningini hava granskararnir kanna krabbasjúkuna, sum tekur seg upp í blóðnum í einum kyknuslagi, sum kallast B-kyknur. Hesar eru partur av okkara immunverju. Krabbasjúkan, ”Diffuse large B-cell lymphoma” (DLBCL) tekur seg upp í B-kyknum og og við genetiskum profilum verður hendan sjúkan býtt upp í undirsløg. Eitt av hesum undirsløgum er ”primary mediastinal large B-cell lymphoma” (PMBL), sum verður hildið taka seg seg upp í sjáldsomu og lágfrekventu B-kyknunum úr hálseitlinum (thymus).

Við útgangsstøði í nýggjastu tøknini hava granskararnir fyrst lýst vanligu B-kyknurnar í hálseitlinum og mergi hjá fólki við flowcytometri. Teir sóu, at at flestu B-kyknurnar frá hálseitlinum vóru av slagnum, sum verður kallað minniskyknur. Síðani vóru genprofilar gjørdir úr hesum B-minniskyknunum, sum vóru nýttar at kanna, um tær vóru yvirumboðaðar í PMBL, soleiðis, sum teoriin sigur. Ein signifikant yvirumboðan av genum frá B-minniskyknunum frá hálseitlinum varð til staðar í PMBL samanborið við onnur undirsløg av DLBCL. Hetta úrslitið stuðlar undir metingina, at PMBL tekur seg upp í vanligu B-kyknunum frá hálseitlinum.

Hetta er eitt stig á leiðini til at nýta persónliga tillagaðan heilivág, har ein mundaygggari krabbaviðgerð vónandi kann fáast við at taka støði í ymisk krabbasjúkur vísa seg hjá einstaka sjúklinginum.

Les um Kim Steve Bergkvist í Heilagrunnninum