Skriva út
Lagt út: 02.11.2011

Grein um ALS í Acta Neurologica Scandinavica

Grein hjá Poul Joensen, neuorologi dr.med., er útgivin online hjá vísindaliga tíðarritinum Acta Neurologica Scandinavica. Greinin ber heitið: "Incidence of amyotrophic lateral sclerosis in the Faroe Islands ". Hon kemur á prenti í komandi útgávu av tíðarritinum.

Poul Joensen hevur mett um árligu tilburðirnar av ALS (amyotrophic lateral sclerosis) í Føroyum í tíðarskeiðnum 1987-2009 og samanborið við tøl úr trimum øðrum europeiskum londum. Niðurstøða hansara er, at tað helst ikki er øktur vandi fyri ALS í Føroyum, hóast ávísir vandar kundu gjørt, at títtleikin fór at vera hægri: 1. Partur av kostium er fiskur, sum er dálkaður við kyksilvuri og pcb, 2. Stórur títtleiki er av CTD sjúkuni og 3. Mett verður at tað er høg innannøring í fimta ættarliði.

Les enskan samandrátt um greinina her. Tað ber eisini til at fáa atgongd til alla greinina umvegis somu síðu.

Her ber til at hygga at innslagi í Degi og Viku 18. oktober 2011 um hesi granskingarúrslitini.

Les um Poul Joensen í Heilagrunninum