Skriva út
Lagt út: 07.04.2010

Grein um alduvánir og trygd á sjónum í Marine Structures


Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen hava grein um alduvánir og trygd hjá minni førum á sjónum er í seinastu útgávuni av vísindatíðarritinum Marine Structures.

Í nøkur ár hava veðurstovnar brúkt alduvánamodellir til at boða frá um aldu hædd, rætning og perioduna av aldu, sum er beinleiðis orsakað av vindi og av tungari aldu uttan av havi. Seinastu árini hevur ein vaksandi áhugi verið fyri at menna modellir, sum kunnu veita neyvari vánir og boða frá vandasjógvi, sum ikki kann lýsast við siðbundnu parametrunum eina. Í greinini er ein gjøgnumgongd av parametrum og ávaringar vísitølum, sum hava verið í uppskoti og kannaði seinastu árini, við serligum atliti til at menna eina tænastu fyri minni skip og bátar. 

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, sum arbeiða á Náttúruvísindadeildini, hava skrivað greinina saman við Anne Karin Magnusson á Norsk Meterologisk Institut.

Arbeiðið við hesari greinini byrjaði sum partur av PhD-arbeiðinum hjá Bárði A. Niclasen á Náttúruvísindadeildini, ið varð fíggjað av Statoil-bólkinum, og varð gjørt liðugt í einari verkætlan, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndir undir Fiskimálaráðinum.

Les um Bárð A. Niclasen og Knud Simonsen í Heilagrunninum.

Les greinina á Science Direct