Skriva út
Lagt út: 07.03.2019

Grein: Royna at fáa meira ferð á teldurnar

Tórur Biskopstø Strøm hevur skrivað grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Systems Architecture. Greinin kallast “Hardlock: Real-time multicore locking”. Arbeiðið er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Tóri Biskopstø Strøm og er gjørt saman við Jens Sparsø, professara, og Martin Schoeberl, lektara, á DTU.

Tórur sigur soleiðis um greinina:

"Í dag hava flestu telduprosessarar fleiri kjarnur. Forrit kunnu koyra á fleiri av teimum í senn fyri at økja um gjøgnumtakið og/ella ferðina, men tá er neyðugt, at tær samskipa koyringina. Fleiri hættir finnast til hesa samskiping, men ógvuliga vanligt er at nýta lás, soleiðis at einans eigarin av lásinum sleppur at broyta ávís dáta. Kjarnurnar skiftast so um at eiga lásið.

Í okkara arbeiði hava vit sniðgjørt eina hardware loysn til lás fyri at økja um ferðina á samskiftinum. Loysnin ger tað møguligt hjá eini kjarnu at taka eitt frítt lás innan 2 clock cycles og at frígeva tað innan 1. Loysnin tryggjar eisini, at hettar eru verstu tíðirnar, og tí egnar hon seg væl til tíðarsannar (real-time) skipanir. Samanborið við aðrar loysnir er okkara skjótari og ger ein fyrimun, serliga tá tíðin, ið lásini verða hildin, er stutt, men at hesin fyrimunurin minkar so hvørt tíðin, lásini verða hildin, veksur.”

Greinin kann lesast her 

Ph.d.-verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið