Skriva út
Lagt út: 05.02.2021

Grein: Meting av smittutrýsti og laksalúsatilgongd

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur skrivað vísindaliga grein um arbeiðið við at tálma laksalús, sum júst er útgivin í altjóða tíðarritinum Inter-Research Science. At hava tamarhald á laksalús í alivinnuni er ein stór avbjóðing. Hendan avbjóðingin kann gerast minni, um vit vistu hvussu ein lúsastovnur í einum ávísum aliøki uppførir seg.

Tróndur J. Kragesteen viðger í greinini, hvussu populatónsdynamikkmodellir fyri laksalúsa kunnu gerast betri. Hann brúkar m.a. tíðarseriur við lúsadátum at meta um tveir týdningarmiklar parametrar: eksternt smittutrýst og vøksturin í laksalúsastovninum fyri øll føroysku aliøkir, sum hava verið aktiv í tíðarskeiðinum 2011 til 2018.

Granskingin hjá Tróndi er eitt stig á leiðini at leggja alingina soleiðis til rættis, at tamarhald er á laksalúsini, samstundis sum minst møgulig árin eru á umhvørvið og sjálvan alilaksin.

Greinin kallast "Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms" og kann frítt lesast her

Høvundarnir eru Tróndur J. Kragesteen, Knud Simonsen, André W. Visser og Ken H. Andersen.

Greini er úrslit av ph.d.-verkætlan, sum var stuðlað av Granskingarráðnum.

Kelda: fiskaaling.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.