Skriva út
Lagt út: 19.12.2011

Grein: Koffein ger, at tú orkar betri at íðka

Magni Mohr, granskari á University of Exeter, hevur saman við øðrum givið út grein í tíðarritinum Journal of Applied Physiology. Talan er niðurstøður av kanningum av sambandi millum koffein og hvussu væl fólk orka at íðka.

Greinin kallast: "Caffeine intake improves intense intermittent exercise performance and reduces muscle interstitial potassium accumulation". Enskur samandráttur av greinini kann lesast her.

Í farnu viku hevði New York Times grein um evnið, har tey m.a. hava samrøðu við Magni Mohr um teirra kanningarúrslit. Les greinina í New York Times her 

Les meira um Magna Mohr í Heilagrunninum