Skriva út
Lagt út: 22.05.2017

Grein: Ikki-sjúkuelvandi ILA virus mennist til sjúkuelvandi ILA virus

Fyri fyrstu ferð er nú prógvað, at ikki sjúkuelvandi ILA virus (eitt sokallað HPR0) undir røttum umstøðum kann broytast til sjúkuelvandi ILA virus (HPRdel).

Í seinastu útgávu av vísindaliga tíðarritinum Journal of General Virology hava Debes H. Christiansen og Petra E. Petersen, bæði granskarar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, saman við granskarum úr Norra og Skotlandi grein við heitinum “First field evidence of the evolution from a non-virulent HPR0 to a virulent HPR-deleted infectious salmon anaemia virus”.

ILA virus eksisterar í tveimum variantum; HPR0, sum ikki førir við sær ILA sjúku (eitt sokallað ikki virulent virus), og HPRdel, sum kann geva meiri ella minni álvarsama ILA sjúku, alt eftir um virusið er ávikavist há- ella lágvirulent.

Næstan 10 ár eftir oyðileggjandi ILA farsóttina frá 2000 til 2005 funnu vit HPRdel virus aftur í einum føroyskum alibrúki í januar 2014. Vit mettu, at hetta var eitt lágvirulent virus, tí á alibrúkinum sást ikki økt felli ella onnur tekin um ILA. Í eini smitturoynd kundu vit staðfesta, at talan var um lágvirulent virus. Við genetiskum kanningum av øllum arva-streinginum á hesum nýggja HPRdel virusi staðfestu vit, at tað var næstan samlíkt HPR0 virusi, sum fyrr varð funnið á smoltstøðini, haðani HPRdel smittaði fiskurin kom. Einasti munur var tvær eyðkendar mutatiónir.

Í greinini prógva vit sostatt fyri fyrstu ferð, at hesar báðar mutatiónir eru ein fortreyt fyri, at ikki sjúkuelvandi HPR0 virus broytist til sjúkuelvandi HPRdel virus. Eisini vísa vit í greinini á, at hesar báðar mutatiónir bert eru fyrsta stig á leiðini frá ikki virulentum HPR0 til lágvirulentan HPRdel. Sannlíkt skulu fleiri mutatiónir til, fyri at lágvirulent HPRdel mennist til hávirulent HPRdel, sum kann viðføra álvarsama ILA sjúku (sí mynd).

Broytingin frá HPR0 til sjúkuelvandi HPRdel er tengd at, hvussu leingi fiskurin er smittaður, og hvussu skjótt virusið nørist í fiskinum. Vit hava fyrr víst, at stórt sæð allur aldur laksur verður smittaður við HPR0 í styttri ella longri tíð (Christiansen et al. J Gen Virol 2011:92;909-918). Strongd (m.a. vánaligt veður, handfaring av laksinum, smitta við lús og øðrum sjúkum, viðgerð móti lús og onnur umhvørvisviðurskifti) er víst at viðføra verri immunverju hjá laksinum, sum so aftur viðførir, at m.a. ILA virus nørist munandi skjótari í laksinum. Vandin, at HPR0 broytist til HPRdel, er sostatt munandi størri í einum strongdum laksi. Í longri tíð, áðrenn nýggja HPRdel virusið var ávíst, var veðrið sera vánaligt á alibrúkinum, og laksurin var viðgjørdur móti lús fleiri ferðir.

Sjálvt um vandin at fáa ILA higartil ikki hevur verið stórur, vísa okkara úrslit, hvussu umráðandi tað er at hava ein lívfrøðiliga burðardyggan rakstur við minst møguligari strongd av laksinum. Harumframt er m.a. brakklegging bæði á smoltstøðum og á alibrúkum á sjógvi eitt týdningarmikið amboð at fyribyrgja, at HPR0 hevur tíð at mennast til hávirulent HPRdel virus.

Granskingin er framd á Heilsufrøðiligu starvstovuni í samstarvi við Veterinærinstituttet í Oslo og Marine Scotland Science í Aberdeen. Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum og nevndu stovnum.

Greinin kann lesast her 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.