3ff2623568ac8c416ec6d45043a55c94.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.10.2008

Grein í Nature um rákið í Bankarennurin


Í útgávuni av Nature, sum kom 25. september, er grein, sum granskarar á Fiskirannsóknarstovuni hava verið við til at skriva.  Greinin við heitinum Observed and modelled stability of overflow across the Greenland-Scotland ridge er um sjógvin, sum fossar ígjøgnum Bankarennuna. út í Atlantshavið. Hesin sjógvur hevur sera stóran týdning fyri  veðurlagið, og broytingar í hita kunnu hava stórar veðurlagsbroytingar við sær.

Í greinini eru mátingarúrslitini hjá Fiskirannsóknarstovuni samansjóða við telduútrokningar, sum eru gjørdar á DMI. Hetta hevur givið nýggj og spennandi úrslit, sum hav- og veðurlagsgranskarar úti í heimi hava víst stóran ans.

Les meira um greinina á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni

Eisini er longri grein um úrslitini á norska vísindaportalinum Forskning.no

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum