Skriva út
Lagt út: 06.06.2013

Grein í Marine and Petroleum Geology

Jana Ólavsdóttir á Jarðfeingi hevur saman við Morten Sparre Andersen, GEUS, og Lars Ole Boldreel, Københanvns Universitet, skrivað eina grein við heitinum “Seismic stratigraphic analysis of the Cenozoic sediments in the NW Faroe-Shetland Basin – implications for inherited structural control of sediment distribution”, sum júst er almannakunngjørd í tíðarritinum Marine and Petroleum Geology.

Greinin viðger kortlegging av legugrýtinum, sum liggur oman á basaltinum í føroyska partinum av Hetlandsrennuni. Legugrýti hevur eina tjúkd upp í 3 kilometrar, og seismiskar tulkingar vísa, at legugrýtislindir ymsastaðni frá eru runnar saman í Hetlandsrennuni. Tær eldru legugrýtislindirnar koma frá bretska økinum og Munkagrunninum, meðan tær yngru legugrýtislindirnar koma frá Fugloyarrygginum og Føroyaháslættanum. Tær eldru legugrýtislindirnar í føroyska partinum av Hetlandsrennuni samsvara við legugrýtislindirnar, har Cambo, Rosebank og Tobermory kolvetnisfundini eru gjørd beint hinumegin markið til Stórabretlands.

Marine and Petroleum Geology er eitt altjóða viðurkent vísindaligt tíðarrit, sum hevur til endamáls at almannakungera og sammeina hav- og olju-jarðfrøðiliga gransking.

Greinin kann lesast her (krevur hald)

Ph.d.verkætlanin hjá Janu Ólavsdóttir er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Les um Janu Ólavsdóttir í Heilagunninum