db305185682ef8b95d089f644ca6c5d2.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.11.2013

Grein í fremsta altjóðarættar tíðarriti

Bjørn Kunoy hevur útgivið grein í seinastu útgávu av British Yearbook of International Law. Tíðarritið verður útgivið av Oxford University Press og telist millum allarstørstu altjóðarættar tíðarritini.

Greinin hjá Bjørn nevnist “The Delimitation of an Indicative Area of Overlapping Entitlement to the Outer Continental Shelf” og útgreinar galdandi reglur, ið hava við landgruns marknamál at gera. Dentur verður serliga lagdur á, í hvønn mun neyðugt er hjá landgrunsnevnd Sameindu Tjóða at hava viðgjørt ytru landgrunskrøv hjá stríðandi pørtum í marknamálum, áðrenn marknalinjur verða ásettar av einum altjóða dómstóli ella gerðarrætti. Les samandrátt av greinini her.

Les um British Yearbook of International Law her,

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum