Skriva út
Lagt út: 18.12.2009

Granskingarráðið ynskir øllum eini gleðilig jól


Granskingarnevndin og starvsfólkini í Granskingarráðnum ynskja øllum eini góð jól og eitt gott nýggjár.

Vit takka eisini øllum samstarvspørtum fyri gott samstarv í farna árinum.

Vit venda aftur komandi ár við fleiri tíðindum úr føroyska og altjóða granskingarheiminum. Hava tit eina spenanndi søgu ella viðmerkingar til okkurt av tí, sum vit leggja á heimasíðuna og senda í tíðindabrævinum, frætta vit fegin frá tykkum.


Myndin omanfyri er brot úr vinnaratekning í kappingini Tekna ein Granskara, sum Elisabet Maria Pálsdóttir úr Syðrugøtu hevur teknað. Allar tekningarnar verða framsyndar alment fyrst í komandi ári.