Skriva út
Lagt út: 20.05.2019

Granskingarráðið við á Atlantic Fair

Frá týsdegi 21. til hósdagin 23. mai er stevnan Atlantic Fair í Klaksvík. Her fara ein røð av fyritøkum og stovnum at sýna fram vøru og greiða frá sínum virksemi.

Granskingarráðið verður við á øðrum sinni. Endamálið er at kunna um ymsar stuðulsmøguleikar til gransking, menning og nýskapan, bæði í Føroyum og altjóða. Eisini er ætlanin at greiða frá virkseminum hjá stovninum.

Granskingarráðið verður á bási D-306 saman við fólki frá Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum.

Vit hava framløgur um stuðulsmøguleikar tann 23. mai.

Les meira her