Skriva út
Lagt út: 19.12.2012

Granskingarráðið um jólini og nýggjárið

Frá leygardegnum 22. desember til og við mikudagin 2. januar er skrivstovan hjá Granskingarráðnum stongd. Samband fæst tó við okkum umvegis teldupost ella telefon. Fríggjadagin 28. desember verða vit at hitta á JobMatch í Østrøm.

Granskingarnevndin og starvsfólkini í Granskingarráðnum ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vit takka eisini øllum samstarvspørtum fyri gott samstarv í farna árinum. 

Vit venda aftur komandi ár við fleiri tíðindum úr føroyska og altjóða granskingarheiminum. Hava tit eina spenanndi søgu ella viðmerkingar til okkurt av tí, sum vit leggja á heimasíðuna og senda í tíðindabrævinum, frætta vit fegin frá tykkum.

Myndin av skrivstovuhølum okkara er tikin mikumorgunin 19. desember 2012.