Granskingarráðið lagt javnstøðuætlan
Granskingarráðið hevur lagt ítøkiliga javnstøðuætlan við málum og átøkum til frama fyri javnstøðu millum kynini, herundir javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið í Granskingarráðnum. Hetta inniber átøk til frama fyri javna umboðan av kvinnum og monnum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til umsóknir og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum í Granskingarráðnum.
Í gransking – eins og aðrastaðni – hevur tað týdning, at øll hava somu sømdir at virka undir. T.e. somu møguleikar at menna seg persónliga eins og á yrkisleið, javnbjóðis atgongd til tilfeingi og ávirkan umframt javna umboðan og virðing.
Javnstøða gagnar øllum, uttan mun til kyn, uppruna ella onnur persónlig eyðkenni. Javnstøða er ein menniskjarættur og fyritreyt fyri sosialum rættvísi. Hon fyribyrgir harðskapi og er búskapi eins og samfelagi sum heild at gagni.
Fyri at røkka javnstøðu á arbeiðsplássinum er fyrst og fremst neyðugt at skilja og viðurkenna týdningin av henni. Næsta stigið er at eyðmerkja tey øki, ið tørva broytingar, og síðan skal ein ætlan leggjast og átøk setast í verk fyri at fremja neyðugar broytingar. Hetta er alt partur av javnstøðuætlanini hjá Granskingarráðnum.
Umframt at leggja dent á javnstøðu millum kynini verður eisini skrásett í javnstøðuætlanini, hvørjum landi starvsfólk, umsøkjarar, metingarfólk og onnur, hvørs starv er tengt at stovninum, búgva. Hetta er fyri at varpa ljós á meginregluna um sínámillum møguleikar og atgongd til gransking og stuðul til gransking millum lond.
Evropasamveldið leggur eisini stóran dent á javnstøðu. Fyri at luttaka í Horizon Europe er tað tí vorðið krav, at allir stovnar í limalondum og atlimalondum leggja eina javnstøðuætlan við í sínum umsóknum um stuðul. Hetta er galdandi fyri allar umsóknir við freist í 2022 og frameftir.
Í hesum sambandi hevur Granskingarráðið eisini tikið stig til eina vegleiðing til føroyskar granskingarstovnar, sum lýsir krøv, tilmæli og mannagongdir í sambandi við framleiðslu av eini javnstøðuætlan við uppskotum til uppseting, innihald og ítøkilig átøk.
Úrslitini frá dátuinnsavningini, málini og átøkini í javnstøðuætlanini skulu vera liður í áhaldandi arbeiðinum hjá Granskingarráðnum at skapa javnstøðu og margfeldi á stovninum. Hendan fyrsta javnstøðuætlanin hjá Granskingarráðnum er galdandi fyri tíðarskeiðið 2022-2025.
Javnstøðuætlanin hjá Granskingarráðnum kann lesast her.
Vegleiðingin um framleiðslu av javnstøðuætlan sæst her.