Granskingarráðið ger samstarvsavtalu við grønlendska granskingarráðið
Granskingarráðið hevur skrivað undir samstarvsavtalu - MoU - við grønlendska Granskingarráðið - Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit.
Endamálið við samstarvsavtaluni er at styrkja samstarvið millum granskingar- og nýskapanarumhvørvini í londunum.
Seinastu árini er samstarvið millum granskingarumhvørvini í Grønland og Føroyar økt. Føroyskir og grønlendskir granskarar samstarva millum annað í Forum fyri Arktiskari Gransking – FAF – og í Havgransking í Norðuratlantshavi – MARiNAO – granskingarskránni.
Eisini eru bæði londini við í altjóða samstarvi og átøkum sum Ocean Decade – Havsins Áratíggju, sum tey ætla at nýta sum pall fyri felags átøkum og til at vísa á týdningin av havinum fyri londini bæði.
Grønland og Føroyar hava fleiri felags áhugamál, sum fevna um millum annað fiskivinnu, veðurlag, umhvørvi, heilsu, mentan, ferðavinnu og mál, ið viðvíkja Arktis.
Londini hava felags avbjóðingar sum smá fjarskotin samfeløg við avmarkaðum tali á granskarum á hvørjum granskingarøki.
Samstarvsavtalan millum føroysku og grønlendsku granskingarráðini skal eyðmerkja samstarvsmøguleikar innan gransking og nýskapan og lata upp møguleikar fyri felags fígging av tiltøkum og verkætlanum, sum fremja vísindaligt samstarv millum londini, til dømis verkstovur og skeið.
Eisini er ætlanin at royna at fáa í lag skiftisskipanir fyri vísindalig starvsfólk og at menna felags innsavnan og nýtslu av dátum um gransking og nýskapan.
Ætlanin er somuleiðis at økja samstarvið millum londini bæði um luttøku í norðurlendskum og europeiskum verkætlanum.
Avtalan kann lesast her