Skriva út
Lagt út: 31.03.2014

Granskingarráðið fingið fæið hjá Sjúkrakassagrunninum

Granskingarráðið fekk seinnapartin handað fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum á hátíðarhaldi í Østrøm. Nevndarlimirnir í Sjúkrakassagrunninum og stjórin fyri Granskingarráðið undirskrivaðu avhendingarskjalið, sum gevur Granskingarráðnum ábyrgdina av at útluta tær 28 milliónirnar í grunninum eftir leiðreglum, sum Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt.

Tá sjúkrakassarnir kring landið vórðu niðurlagdir, gjørdi løgtingið av, at fæið, ið var eftir í grunnunum, skuldi brúkast til at stuðla átøkum og verkætlanum, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Sjúkrakassagrunnur Føroya varð settur á stovn við tí eina endamáli at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið hjá sjúkrakassunum skuldi brúkast. Leiðreglurnar skuldu vera lidnar innan 1. apríl 2014, og tá skuldi alt fæið verða útgoldið til Granskingargrunnin, sum síðani skuldi hava ábyrgdina av at umsita tað.

Nevndin í Sjúkrakassagrunninum varð mannað við umboðum fyri Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Heilsumálaráðið, Landsfelag Pensjónista, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum og Sjúklingaráðið.


Trý høvuðsøkir

Nevndin hevur gjørt av, at fæið hjá sjúkrakassunum skal lutast út til trý høvuðsøkir.

Fyrsta høvuðsøkið er stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið. Hetta økið fær 4 milliónir kr.

Annað høvuðsøkið er stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Økini eru heilsa sum sosialt fyribrigdi, heilsa sum medisinskt fyribrigdi, hjartasjúkur, krabbamein og sálarfrøðilig heilsa. Hetta høvuðsøkið fær tilsamans 11,8 milliónir kr.

Triðja høvuðsøkið er stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum. Økini eru ígongdsetan av einari ella fleiri masterútbúgvingum á Fróðskaparsetrinum í heilsuvísindum og sosialum arbeiði, stuðul til eina ella fleiri ph.d. verkætlanir í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu og stuðul til virksemi hjá leiðandi vísindastarvsfólkum í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu. Til hetta høvuðsøkið eru 7 milliónir kr. tøkar.

Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin leggur stóran dent á, at atlit skal takast til øll økir í landinum, tá stuðul verður játtaður.

Les um  tey trý høvuðsøkini til at menna heilsuøkið í Føroyum


Lýsandi varði

Á samkomuni í Østrøm segði Jákup N. Olsen, nevndarformaður í Sjúkrakassagrunni Føroya, at nevndin hevur tosað við 18 persónar og myndugleikar, ið marka til granskingar- og heilsuøkið, í sambandi við arbeiðið at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið í Sjúkrakassagrunninum skal brúkast. Eisini hevur nevndin brúkt upplýsingar í ársfrágreiðingunum hjá Landslæknanum um, hvørjar sjúkur flestu føroyingar verða raktir av og doyggja av, sum grundarlag fyri leiðreglunum. Og nevndin hevur somuleiðis tikið støði í almenna granskingarpolitikki Føroya frá Vísindaráðnum undir heitinum “Vitan og Vøkstur”.

Les røðuna hjá Jákup N. Olsen

Karstin Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnaðist um loysnina, ið nevndin í Sjúkrakassagrunninum var komin til.

- Við hesum leiðreglum hava tit lagt fundamentið fyri einum lýsandi varða, sum altíð fer at glógva yvir gomlu sjúkrakassunum. Fyri meg hevur tað verið týðandi, at arvurin eftir sjúkrakassunum fekk ta virðiligu viðferð, sum hann hevur uppiborið, og tí endamálinum hava tit rokkið til fulnar, segði hann. 

Sjáldsamur møguleiki
Annika Sølvará, stjóri í Granskingargrunninum, takkaði nevndini fyri Sjúkrakassagrunnin fyri gott samstarv og segði, at Granskingarráðið fer undir nýggju uppgávuna við størstu virðing fyri teimum, sum hava goldið fæið, og við áliti á, at góða samstarvið heldur fram við umboðini í nýggju faknevndini, sum skal vegleiða og gera tilmæli um, hvussu peningurin skal brúkast.

- Hetta er ein spennandi dagur fyri føroyska heilsuøkið. Vit hava nú ein sjáldsaman møguleika at stimbra heilsuøkið breitt við munandi upphædd eftir føroyskum mátistokki við fænum úr Sjúkrakassagrunni Føroya, sum limirnir í sjúkrakassunum hava goldið, segði Annika Sølvará millum annað.

Les røðuna hjá Anniku Sølvará

Granskingarráðið hevur drúgvar royndir við samstarvi um granskingarstuðul, men hetta er fyrstu ferð, at ráðið skal fyrisita eina stóra serjáttan til eitt ávíst øki. Serjáttanin kemur afturat tí stuðli, sum Granskingarráðið longu veitir til heilsugransking og fer ikki at skerja stuðulsmøguleikarnar úr Granskingargrunninum til heilsuøkið.

Granskingarráðið fer í næstum at bjóða fólki at søkja stuðul á økjunum, sum eru skilmarkað í leiðreglunum. Fyri høvuðsøki 1 verður heilt skjótt gjørligt at søkja um stuðul. Fyri høvuðsøki 2 verður umsóknarfreistin 1. september, og játtanir verða almannakunngjørdar 19. desember, sum er dagurin, tá fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn. Fyri høvuðsøki 3 fer Granskingarráðið at kalla umboð fyri Fróðskaparsetrið, Sjúkrahúsverkið og aðrar viðkomandi stovnar inn til fundar um, hvussu stuðulsveitingin skal leggjast til rættis.