Skriva út
Lagt út: 05.07.2019

Granskingarráðið bjóðar valevnum til prát um gransking

Valevni til Løgtingið eru í hesum døgum á virkisvitjanum kring landið. Vit í Granskingarráðnum halda at hetta er eitt fínt hugskot og møguleiki at kunna seg við ymisk øki, sum politiska skipanin ger karmar fyri. Vit vilja eisini fegin bjóða bæði valevnum og øðrum áhugaðum at vitja okkum á Bryggjubakka. 

Hevur tú hug til eitt prát um gransking og ein kopp av kaffi? Sig bara til. Best er at boða frá frammanundan, so vissa er fyri, at vit ikki eru upptikin av fundi ella øðrum júst tá. Ring á 567800 ella send teldupost til gransking@gransking.fo 

#løgtingsval2019 #valfepur #opiðhús#vælkomin @ Vágsbotn