Skriva út
Lagt út: 18.01.2018

Granskingarráðið á rundferð hjá vinnuni

Seinastu vikurnar hava umboð fyri Granskingarráðið- og nevndina verið á fundi við umboð fyri góðar 15 størri vinnufyritøkur kring alt landið. Nakrir fundir vóru vikuna undan jólum og fleiri fyrstu tvær vikurnar í januar.

Á fundinum er kunnað um stuðulsmøguleikar til vinnugransking- og menning, serliga vinnu ph.d.-stuðulsskipanina hjá Granskingarráðnum og vinnuvendu partarnar av Horizon 2020 skipanini hjá ES. Eisini hevur granskingar- og menningarvirksemið hjá fyritøkunum verið lýst og umrøtt.

Endamálið við slíkum stuðulsskipanum er serliga at styrkja granskaratilgongdina í vinnuni granskingarpartin í vinnuni og samstarvið millum granskingarumhvørvið og vinnuna. Stuðulsskipanir kunnu geva møguleika fyri ítøkiligum samstarvsverkætlanum, sum kunnu skapa nyttuvirði við at menna ella styrkja tilgongdir, virkisbygnað, vørur ella tænastur, sum fyritøkan selur.

Móttøkan hevur verið sera góð alla staðni og tað er greitt, at tað er nógv virksemi kring landið, sum tað kundi verið samstarva um. Áhugin fyri at søkja stuðul til ítøkiligar verkætlanir er heilt greitt til staðar. Avbjóðingin hjá fyritøkunum er at finna tíðina og røttu fólkini til at seta orð á komandi verkætlanir, samstundis sum kjarnuuppgávurnar skulu røkjast.

Fleiri fundir í næstum

Umbøn um fund er send til fleiri fyritøkur, enn tær, sum eru vitjaðar í hesum umfarinum. Roknað verður við, at tað vera fleiri líknandi fundir komandi vikurnar.

Er onkur fyritøka, sum ikki hevur fingið innbjóðing, men ynskir at fáa kunning, er hon vælkomin at boða frá hjá Granskingarráðnum á telefon 567800 ella á telduposti gransking@gransking.fo