b889d0b4be44d9bcf3114a6ef33867fb.jpg
Skriva út
Lagt út: 15.11.2012

Granskingarráðið á Jobmatch 2012

Jobmatch2012 verður 28. desember 2012 í Østrøm á Skálatrøð.Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv. 

Granskingarráðið fer á Jobmatch2012 at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.
 
Serligur dentur fer at verða lagdur á, at  til ber at søkja stuðul úr Granskingar-grunninum til verkætlanir. Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Freistin í 2013 er 15. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch2012.

Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás á Jobmatch2012 og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. Hendan verður kl 18.40 tann 28. desember.

Tað ber sjálvsagt eisini til at fá vegleiðing, uttan at koma til Jobmatch2012. Til ber at ringja á +298 567800, skriva til annika@gransking.fo ella at støkka inn á gólvið hjá okkum á Bryggjubakka 12 í Havn.

Les um Granskingarráðið á Jobmatch2012

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum