Skriva út
Lagt út: 19.10.2022

Granskingaretikkur í smásamfeløgum

Granskarar eiga tilvitað at taka tey tøttu sambondini millum fólk í Føroyum við í granskingaretikkin. Tað er ein av niðurstøðunum í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Shima um sosial sambond og gransking í smásamfelagnum, ið Erika Anne Hayfield, lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað.

Í Føroyum kunnu fólk til dømis bæði vera í familju, arbeiða saman og hava felags vinir. Fólk eru tískil í mongum “hattum”, og samleiki teirra verður samansettur, tí hesir mongu leiklutirnir umskarast í heilum. Fleirsambondini hava eisini við sær, at fólk gerast heft hvør at øðrum, og tað er nærum ógjørligt at fara inn í eina støðu við einum samleika.

Mangastaðni í Vestanlondum eru granskingaretiskar leiðreglur grundaðar í individualistiskum hugsunarhátti, og tá er ikki sama atlit at relatiónsnetverkum, sum eru so eyðkend í Føroyum.

Í greinini, ið hevur heitið “Ethics in small island research: Reflexively navigating multiple relations”, verður grundgivið fyri, at fleirsambond hava týdning fyri granskingetikk við fólki, og at gransking í slíkum smásamfeløgum eigur at hava relatiónir í miðdeplinum. Greinin leggur tískil upp til at hava eina relatiónsetiska tilgongd í gransking í smásamfelagnum, og serliga tá talan er um kvalitativa gransking.

Lesið greinina her.