Skriva út
Lagt út: 23.04.2014

Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum skipar á øðrum sinni fyri granskingardegi. Hetta verður hósdagin 15. mai 2014 kl. 12.30-16.30.

Granskingarnevndin metir frá góðu royndunum frá í fjør, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst í serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður møguleiki at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Lagt verður til brots kl. 12.30 í Forhøllini, har Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, setir dagin. Síðani verður høvi at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum.

Í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava gjørt postara til Granskingardagin. Heiðursløn verður latin til eigaran av besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Aftaná ein steðg, verður fyrilestur í Veitsluhøllini kl. 14.30 við viðurkenda professaranum Bobby Zachariae við heitinum: ”Livskvalitet og empowerment – håndtering af kronisk sygdom”.

Skráin sæst her

Heitt verður á áhugað um at boða frá luttøku við at senda teldupost til Helenu Skaalum Mikkelsen, skrivara hjá nevndini.

Les um Granskingardagin 2013 her
 
Myndir frá tiltakinum eru at finna á Facebook síðu Granskingarráðsins