Skriva út
Lagt út: 11.12.2008

Gransking til fólkið – norðurlendsk verkætlan


Hevur tú hug at gerast partur av granskarum hjá norðurlendsku summaruniversitetunum, sum spjaða vitan um gransking til almenningin?

Gransking til fólkið er ein samstarvsverkætlan millum tey norðurlendsku summaruniversitetini (NSU) og norrønu feløgini.

Endamálið við samstarvsverkætlanini er at spjaða vitan út til almenningin um gransking - serliga samfelagsliga- og hugvísindaliga gransking. Til at røkka hesum máli verður skipað fyri fyrilestrum við granskarum frá NSU umvegis tey lokalu norrønu feløgini.

Í hesum sambandi sóknast Norðurlendska Summaruniversitetið eftir granskarum og vísindafólki, sum hava hug at taka lut í hesum nýggja átakinum.

Hevur hetta tín áhuga? Send ein t-post til Norrøna Felagið í Føroyum frnorden[kurla]kallnet.fo ella ring á tlf.: 315319/217999 fyri at hoyra nærri.

Les meir um Norrøna Felagið í Føroyum her
Les meir um Norðurlendska Summaruniversitetið her og um samstarvsverkætlanina Gransking til fólkið her.