Skriva út
Lagt út: 17.11.2016

Gransking sum yrkisleið - ein frágreiðing

Ein frágreiðing, sum er partur av kanning, sum er gjørd fyri ES kommissiónina, varð almannakunngjørd herfyri. Frágreiðingin nevnist “Research Careers in Europe” og er ein meting av støðuni hjá granskarum.

Trý evni verða viðgjørd í kanningini. Uppfatan av og stimbran til gransking sum yrkisleið. Avbjóðingar, tá eitt húski fevnir um 2 granskarar – dual careers. Og tá ein granskara yrkisleið verður byrjað av nýggjum.

Hugt verður m.a. eftir støðuni ígjøgnum størri spurnakanning við luttøku av 3904 granskarum, 1572 umboðum fyri granskingarstovnar, umframt áhugabólkar á nationalum støði. 

Støðan í londunum verður viðgjørd í mun til stimbran til gransking sum yrkisleið. Dømir um væleydnaðar mannagongdir fyri at fáa upplýsing um gransking út til skúlabørn og universitetslesandi eru tikin við. Og eisini verður greitt frá um faktorar, sum eru íblástur, tá ið valið av yrkisleið verður tikið.

Kanningin gevur sostatt viðkomandi innlit í støðuna og tær avbjóðingar, sum eru, tá ið støða verður tikin til yrkisleið, og hvørt at ber til at hava yrki sum granskari. 

Øll frágreiðingin kann takast niður her
Frágreiðingin í stuttum kann takast niður her
Fylgiskjøl o.a. kunnu takast niður her