Skriva út
Lagt út: 19.09.2019

Gransking má raðfestast nógv hægri

Føroyskir granskarar fáa ov fáar greinir við í viðurkend vísindalig tíðarrit, og teir eiga at gera meira fyri at útvega fígging til gransking úr útlendskum grunnum. Samstundis eigur samfelagið at uppraðfesta vísindaliga gransking.

Magni Mohr er sera virkin sum granskari. Hann gevur á hvørjum ári 15-20 greinir út í viðurkendum vísindaligum tíðarritum. Greinirnar hjá honum verða ofta siteraðar av øðrum granskarum kring heimin.

Hann ger eisini nógv við at útvega fígging úr útlendskum grunnum til sína gransking. Hvørt ár fáa hann og samstarvsfelagar hansara fleiri milliónir úr norðurlendskum grunnum og evropeiskum stuðulsgrunnum.

Magni Mohr starvaðist í fleiri ár sum granskari á einum bretskum universiteti. Har slapp hann ikki undan at geva út greinir og søkja um fígging.

- Á Exeter University kravdu tey, at eg skuldi geva út fýra greinir árliga í einum vísindaligum tíðarriti á rættiliga høgum stigi. Eisini skuldi eg útvega í minsta lagi hálva aðru millión í stuðli til mína gransking hvørt ár, sigur hann.

Hann hevur eisini starvast sum granskari á donskum og svenskum universitetum. Har eru vanliga eingi formlig krøv um útgávu og fígging, men tað verður sjálvsagt væntað av granskarum, at teir kunnu vísa á úrslit av sínum arbeiði.

- Teir granskarar, sum ikki geva út greinir ella útvegaðu fígging, sleppa ikki at halda fram sum fulltíðar ella hálvtíðar granskarar, sigur Magni Mohr.

Í Føroyum er øðrvísi. Her verða enn ikki sett nógv formlig krøv á granskingarstovnum til granskarar.

- Vit hava tað kanska ov gott í Føroyum. Ein orsøk til tað er helst, at gransking er so nýggj í føroyska hugaheiminum, bæði hjá vanligum fólki og myndugleikum, sigur Magni Mohr.

Hetta er brot úr grein eftir Dagmar Joensen-Næs í Vísindavøkublaðnum 2019. Les restina av greinini her