Skriva út
Lagt út: 28.02.2011

Gransking løgd fram á aliráðstevnuni 2011


Havbúnaðarfelagið skipaði fyri árligu aliráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. februar. Á skránni vóru ein røð av framløgum, umframt tíð at práta og netverka. 

Nakrar framløgur vóru um gongdina í vinnuni seinasta árið, um marknaðarútlit og um verkætlanina "Salmon from the Faroe Islands", sum er felags átak at branda føroyskan laks úti í heimi.

Fleiri framløgur vóru frá granskarum, sum greiddu frá sínum kanningum og úrslitum.
Rúni Weihe frá Havsbrún greiddi frá royndunum við nýggjum fóðri, sum er proteinríkari enn vanliga fóðri. Sambært kanningunum higartil hildnast hetta fóðrið væl.

Regin Arge og Ása Jacobsen frá Fiskaaling greiddi frá kanningum av laksalús í føroysku alivinnuni. M.a. verður kannað um talan er um lús, sum koma aðrastaðni frá, ella um talan er um lús, sum verður "ald" her. Eisini verður kannað fyri mótstøðuføri.

Tor Einar Horsberg frá Norges Veterinærhøgskole greiddi frá trupulleikanum við laksalús í Noregi, sum er sera stórur, ikki minst tí lýsnar í stóran mun verða mótstøðuførar móti ymsu sløgunum av heilivági.

Trygve T. Poppe frá Norges Veterinærhøgskole greiddi frá ymsum sjúkum hjá laksi, sum standast av stórrakstrar aling. Hann samanbar ymsar sjúkur hjá øðrum aldum djórum t.d. høsnarungum við sjúkum hjá laksi, m.a. deformitetir í beinagrindini og hjartatrupulleikar.

Magnus Pauli Magnussen frá Fiskaling greiddi frá kanning av góðskuni á føroyskum alilaksi, sum hann saman við Jonhardi Eysturskarð og Margrethu Dam hevur gjørt. Hann greiddi frá, hvat tey hava kannað og hvussu tað verður gjørt. M.a. vísti hann á, hvussu fastleiki og litur á flakinum verður mátaður.

Gunnvør á Norði greiddi frá niðurstøðunum í síni Ph.D.verkætlan um umhvørvisávirkan av aling á Kaldbaksfirði. Hon vísti m.a. á, at við góðari fóðurstýring  er tað ein lutfalsliga lítil partur av lívrunnum tilfari, sum fellur til botns.  Gunnvør skal verja sína Ph.D.ritgerð á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin 11. mars 2011, les meira um kanning hennara á www.setur.fo

Flestu av føroysku kanningum vera partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanirnar hjá Regini Arge, Ásu Jacobsen, Gunnvør á Norði og Rúna Weihe í Stuðulsyvirllitinum.

Framløgurnar frá ráðstevnuni ligga á industry.fo