Gransking ger okkum klókari
-Eg dugi væl at síggja virðið av gransking. Vit kunnu blíva klókari uppá ymiskt og uppá okkum sjálvi, og tað er jú tað, sum framburður hvílur í, sigur Bárður á Lakjuni, sum í apríl tók við sum landsstýrismaður í mentamálum og eisini umsitur vísinda- og granskingarmál.
Játtanin til gransking á fíggjarlógini hevur staðið í stað í nógv ár. Bert fimta hvør umsókn um stuðul til gransking frá Granskingarrráðnum fekk játtandi svar í ár. Bárður á Lakjuni vil fegin royna at hækka játtanina til gransking.
-Sambært samgonguskjalinum skal gransking styrkjast og samskipast, og stuðulin hækka so líðandi. Eg fari at stríðast fyri øllum tí stóra økinum, ið eg umsiti, og eisini taka eitt tak fyri hetta økið, sigur hann.
Trupult at raðfesta gransking
Bárður á Lakjuni ásannar, at tað er trupult at fáa raðfest gransking.
-Eg hugsi, at ein tunnil ella bygningur er so handgrípiligt. Vit síggja, hvat tunlarnir hava gjørt fyri okkara samfelag, tí teir binda landið saman. Gransking er meira óhandgrípiligt, meira luftigt. Tú setir eina ætlan um eitthvørt og veit ikki, hvat ið kemur burturúr. Ein bygningur ella ein tunnil er lættari at selja, tá stríðst verður fyri pengunum, sigur hann.
-Sum støðan er, við avmarkaðari játtan, haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað, sum granskað verður í, er nóg relevant. Tað kann vera ting sum hav, orka og mentan. Vit eiga alla tíðina at hugsa um, at tað er borgarans pening, vit nýta, sigur landsstýrismaðurin.
Heildarætlan fyri gransking
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum landsstýrið hevur sett at ráðgeva sær, mælir í seinastu ársfrágreiðing síni til langtíðarhugsan, og at politiska skipanin samtykkir eina heildarætlan, sum stýrt verður eftir komandi árini. Hesum tekur Bárður á Lakjuni undir við.
-Ja, vit eiga at hava eina heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan arbeiðir í løtuni við einum strategipappíri, sum eg gleði meg at fáa. Tá kunnu vit fara undir at orða eina heildarætlan, sum síðani skal gjøgnum politisku flokkarnar, áðrenn hon kann leggjast fyri løgtingið, sigur landsstýrismaðurin og metir, at tað møguliga kann blíva einaferð í næstu setu.
Les alla samrøðuna við Bárð á Lakjuni í Vísindavøkublaðnum her.
Mynd: Jens Kristian Vang
