Skriva út
Lagt út: 12.12.2018

Gransking evni í norskum jólakalendarum

Í Noregi eru tey framfúsin, tá tað snýr seg um jólakalendar, sum geva innlit í vísindaheimin og tað granskingarvirksemi, sum fer fram á stovnum í landinum.

Forskningsrådet hevur jólakalendara við denti á Horizon 2020. Stuttir filmar og greinar vísa fólkini handan verkætlanirnar, umframt at slóðað verður til viðkomandi síður við upplýsing um Horizon 2020.

Jólakalendarin hjá Forskingsrådet sæst á Facebook 

Í Stavanger duga tey eisini at stytta stundir til jóla. Eins og undanfarin ár undirhalda Inge Christ og Magne Sydnes við sínum kynstrum í ransóknarstovuni.

Jólakalendarin hjá Universitetinum í Stavanger liggur á heimasíðuni hjá universitetinum og á Facebook. Kalendarin sæst her og á Facebook