Gransking av rørslu gevur haldføri
Eitt granskingargrundað rørsluátak á skúlum í Suðuroy hevur prógvað, at børn fáa tað betur heilsuliga og trivnaðarliga, um rørsla er partur av skúlagongdini. Ætlanin er nú, at hetta rørsluátakið, ið nevnist FIT FIRST, skal takast í nýtslu á skúlum í øllum landinum.
Rørsluátakið fyri børn er ein av fleiri granskingarverkætlanum, sum eitt stórt granskingartoymi við fysiologum og ítróttargranskarum á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við í 13 ár. Umframt granskingina í fólkaskúlunum hava tey millum annað granskað týdningin av rørslu fyri fólk við byrjandi sukursjúku, fólk við hjartasjúku og eldri fólk.
Fleiri ítøkilig úrslit
Fleiri ítøkilig úrslit eru komin burtur úr rørslugranskingini. Eitt rógvuvenjingartilboð er komið í Havn, sum fleiri hundrað fólk ganga til. Heilsufótbóltur er í gongd fleiri staðni í landinum. Miðaldrandi kvinnur, sum hava luttikið í eini granskingarverkætlan um heilsufótbólt, hava stovnað sítt egna felag, ið nevnist FC Trón. Tær venja nú á fjúrtanda ári og hava millum annað givið okkum nýggja vitan um, hvussu ein kann bróta stóran part av neiligu árinunum á heilsuna í skiftisárunum. Hendan verkætlanin er eisini partur av BBC-røðini “Secrets of the Superagers”, sum er víst um allan heim.
Ein onnur verkætlan, sum júst er liðug, hevur havt við sær, at ein sera munadygg ætlan fyri súkkluvenjing er ment, sum kann gagnnýtast sum partur av viðgerðini av fleiri av stóru fólkasjúkunum.
- Hesar kanningar saman við øðrum og framtíðar kanningum gera millum annað, at vit eru klár at íverkseta rørslu og kropsliga venjing í allari føroysku skúlaskipanini, og at vit eru ávegis at menna eitt rørslukonsept til eldri saman við Tórshavnar Kommunu. Hetta krevur tó áhaldandi stuðul til gransking og framtak, so vit kunnu halda fram at menna granskingargrundaðar tilgongdir, sigur Magni Mohr, professari í ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya.
Størsta orsøkin til sjúkur
Kanningar kring allan heim vísa, at bert fimta hvørt barn nær minsta markið fyri, hvussu nógva rørslu tey eiga at fáa fyri at liva eitt sunt lív. Eisini er greitt, at hóast fólk liva longri, so gerast tey eisini sjúkari og tørva í størri mun viðgerð og røkt.
- Vit vita, at størsta orsøkin til sjúkur og vánaliga heilsu helst er vantandi rørsla. Vit kenna eisini loysnina til hesar trupulleikar. Vísindalig próvførsla er fyri, at 45 sjúkur og heilsuligir vandar lutvíst eiga at viðgerast við kropsligari venjing. Vit mugu skipa okkara skúlaskipan, arbeiðslív, endurvenjing, viðgerðir og tænastur til eldri øðrvísi.
- Í veruleikanum eru allar hesar avbjóðingar haldføristrupulleikar - bæði menniskjansliga, sosialt og búskaparliga. Tí vóna vit, at framtíðar politikkarar síggja stóru íløguna, sum gransking er, og at tey vísa dirvi at brúka føroyska gransking til at gera Føroyar betur fyri tey flestu, sigur Magni Mohr, sum eisini er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.