Skriva út
Lagt út: 23.09.2014

Gransking á skránni á fakdegi hjá fysioterapeutum

Leygardagin 12. september skipaði Fysioterapifelagið fyri fakligum degi fyri limir felagsins.

Á skránni var m.a. kunning um møguleikarnar hjá fysioterapeutum at fara undir gransking í Føroyum.  Høvi var nýggi stuðulsmøguleikin á heilsuøkinum, sum er komin við fænum úr Sjúkrakassagrunninum.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevði eitt upplegg og síðani vóru spurningar og kjak.

Annika legði út við at tosa um, hvat gransking er og hví fólk fara undir at granska. Síðani greinaði hon meira ítøkiliga, hvørji krøv eru til gransking og granskingarverkætlanir og hvør setir krøv. Her er talan um akademisk krøv frá starvsfeløgum og tíðarritum, um krøv frá myndugleikum sum verða umsitin av Dátueftirlitinum og Vísindasiðsemisnevndini, og um krøv frá teimum, sum fíggja, t.d. Granskingarráðnum.

Síðani varð tosað um møguligar verkætlanir á fysioterapiøkinum, sum ikki hevur siðvenju at luttaka í granskingarverkætlanum í Føroyum. Hvørji øki eru áhugaverd og hvussu ber til at fara undir nýggjar verkætlanir. Hvat er tað fyrsta at hugsa um og hvar kann hjálp fáast. Annika kunnaði um møguleikan at søkja um stuðul til smærri kanningarverkætlanir frá Høvuðsøki 1 úr Sjúkrakassagrunninum. Her kann talan verða um stuðul upp til 400.000 kr. Er talan um størri verkætlanir, ber til at søkja Høvuðsøki 2.

Áhugin fyri hesum møguleikanum var stórur og kjakast varð dúgliga. Heitt varð at enda á áhugaði um at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at tosa neyvari um ítøkilig hugskot og ætlanir.

Tiltakið var væl vitjað. Umleið 30 fólk vóru til fakdagin, sum varð hildin í Skúlanum við Løkin.

Um onnur fakfeløg ella áhugafeløg eru áhugað í at hoyra um møguleikarnar fyri stuðli til verkætlanir frá Høvuðsøki 1, eru tey væl komin at seta seg í samband við Granskingarráðið.

Les meira um stuðulsmøguleikar úr Sjúkrakassagrunninum her

Á myndini eru Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Augusta Mikkelsen, forkvinna í Fysioterapifelagnum.