Skriva út
Lagt út: 14.05.2014

Granskarar úr øllum heiminum kunnu kanna føroysku bløðini

Hósdagin 8. mai skrivaðu Søvn Landsins og Statsbiblioteket í Århus undir sáttmála um talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum, sum eru á goymslu á Landsbókasavninum. Tá talgildingin er liðug, verða føroysku bløðini atkomulig fyri øll umvegis internetið. Hetta verður seint í 2014.

Við talgildingini fer nú at bera til at leita í øllum tekstunum eftir ávísum orðum  og nøvnum. Áður hevur bara borið til at blaða seg ígjøgnum bløðini á mikrofilmum, og tá hevur verið neyðugt at vita neyvari, hvar ein skuldi leita. Nýggja tænastan verður eitt sera hent amboð fyri granskarar, sum higartil hava muga brúkt nógva tíð at blaða og leita á mikrofilmum á slitnum lesarum á Landsbókasavninum.

Tað verða talgild 18 bløð í hesi verkætlanini. Hetta eru bløð, sum eru útkomin frá 1877 til 1999, teirra millum øll tey stóru bløðini so sum Dimmalætting, Sosialurin, Dagblaðið, 14. September, Norðlýsið, Oyggjatíðindi og Tingakrossur. 

Sambært Søvnum Landsins, so kemur talgildingin í tøkum tíma, tí gomlu mikrofilmarnir eru slitnir, og lesitólini eru gomul og krevja ábøtur. Sjálv talgildingin fer fram longu í vár, og so er eftir at gera tilfarið teldutøkt. Talgildu bløðini verða atkomulig hjá almenninginum í 2014, og kostnaðurin fyri alla verkætlanina at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum fer at vera umleið 800.000 kr. 

Onkrir árgangir av bløðum eru ikki á mikrofilmi, eitt nú nakrir árgangir av Norðlýsinum. Tað er ikki fíggjarligt rúm til at talglda teir í hesum umfarinum, men hetta kann leggjast afturat seinni.

Landsbókasavnið hevur frammanundan talgilt fleiri av eldru føroysku bløðunum. Hetta er gjørt í verkætlanini tíðarrit.fo (www.tidarrit.fo/) Higartil eru 23 bløð talgild í hesi verkætlanini. Hesi eru: 

Arbeiðið (1934)

Búnaðarbløð (1903-1904)

Búreisingur (1902)

Dúgvan (1894-1925 og 1941-1942)

Fjarðbúgvin (1970-1975)

Fríu Føroyar (1942-1948)

Fróðskaparrit (1952-2010)

Fuglaframi (1898-1902)

Færingetidende (1852)

Færøernes Kundgørelsessamling/Føroya Kunngerðasavn (1940-1947 og 1948-2002)

Færøsk Kirketidende/Kirkjutíðindi (1890-1906)

Færøsk lovregister/Lovregister for Færøerne (1965-2011)

Føringatíðindi (1890-1906)

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne (1908-1918)

Norðlýsi (1915-1920)

Oyggjarnar (1905-1908)

Ólavsøku-teiti (1892-1943)

Tíðindablaðið (1974-1975)

Tímin (1943-1946)

Ungu Føroyar (1907-1915)