Skriva út
Lagt út: 20.03.2017

Granskarar svara støddfrøðigátu

Í síðstu viku kom út greinin »Strong classification of purely infinite Cuntz-Krieger algebras« í viðurkenda tíðarritinum Transactions of the American Mathematical Society. Høvundarnir eru Toke Meier Carlsen, Gunnar Restorff og Efren Ruiz. Toke og Gunnar starvast sum professari og lektari á Fróðskaparsetrinum og Efren er lektari á Universitetinum í Hawaii í Hilo.

Sum part av kandidatútbúgving síni klassificeraði Gunnar Restorff allar reint óendaligar Cuntz-Krieger algebrair upp til stabila isomorfi - og bleiv hetta útgivið í viðurkenda tíðarritinum Journal für die Reine und Angewandte Mathematik í 2006. Hetta hevði staðið opið síðani Cuntz-Krieger algebrairnar vórðu uppfunnar fyrst í 1980-unum, men serliga síðani 1995 høvdu fólk roynt at prógva - ella mótprógva - hetta.

Í greinini vórðu tveir spurningar settir: Ber til at gera eina sterka klassifikatión upp til stabila isomorfi og ber til at gera klassifikatión upp til isomorfi. Síðani greinin kom út, hava fleiri støddfrøðingar roynt antin at prógva hetta ella at mótprógva tað - og nú er hetta loksins svarað í hesi nýggju greinini.

Greinin er eitt av úrslitunum av tveimum granskingarvitjanum: Í 2015 var Gunnar á granskingarvitjan á Universitetinum í Hawaii og arbeiddi saman við Efren og í 2016 vóru allir tríggir høvundarnir á granskingarstovninum Institut Mittag-Leffler í Stockholm. Í støddfrøði er ikki neyðugt við starvsstovum og empiriskum data til at seta hol á nýggjar verkætlanir, men her eru granskingarvitjanir - har man situr intensivt og arbeiðir saman í fleiri dagar - av alstórum týdningi fyri at fáa gjøgnumbrot í nýggjari gransking.

Greinin er við stuðli frá Granskingarráðnum gjørd alment atkomulig uttan hald. Greinin kann lesast her

Les í Heilagrunninum um Gunnar Restorff og Toke Meier Carlsen.

 

 

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.