Skriva út
Lagt út: 19.09.2019

Granskarar skulu deila sína vitan

Tíðin er komin at flyta Fróðskaparsetrið til at verða eitt altjóða universitet, sum í størri mun byggir á gransking og er ein opin og virkin partur av føroyska samfelagnum. Tað hevur skotin Chik Collins, sum júst hevur sett seg í rektarastólin, sett sær fyri.

Chik Collins flutti inn á rektaraskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum 1. september. Samstundis flutti hann til Føroya úr Skotlandi, har hann hevur búð og virkað næstan alt sítt lív.

Við sær í skjáttuni úr skotska stórbýnum Glasgow hevur hann drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir frá einum munandi størri universiteti. Hann hevur seinastu 23 árini verið fyrst lektari og síðani professari og varadekanur á University of the West of Scotland. Á universitetinum eru 19.000 lesandi og 1300 starvsfólk.

Chik Collins hevur sum partur av leiðsluni á University of the West of Scotland verið við til at umskapa universitetið frá at vera ein stovnur, sum í høvuðsheitum fekst við at útbúgva fólk, til at verða eitt altjóða universitet, sum í stóran mun byggir á gransking og deilir sína vitan við samfelagið.

- Hetta er ein broyting, sum øll ung universitet skulu ígjøgnum. Í fyrstani leggja universitetini næstan bara dent á undirvísing, og tað er í stóran mun rætt, tí tey lesandi eiga altíð at vera í miðdeplinum. Uttan tey er eingin munur á einum universiteti og einum granskingarstovni.

- Men sum universitetið veksur og búnast, er tað sera týðandi at fáa hin partin av uppgávuni hjá einum universitetinum við, sum er at framleiða vitan og deila hana við onnur. Tað er hetta, sum skapar eitt universitet í orðsins sanna týdningi.

- Fróðskaparsetrið hevur fingið nógv fleiri lesandi, og nýggjar útbúgvingar eru lagstar afturat seinastu árini. Tað er gott, men nú er tíðin komin at taka stigið frá í høvuðsheitum at vera ein lærustovnur til at gerast eitt altjóða universitet, sum í størri mun framleiðir nýggja vitan og deilir hana við samfelagið, sigur hann.

Hetta er brot úr grein eftir Dagmar Joensen-Næs í Vísindavøkublaðnum 2019. Les restina av greinini her