Journal_articles_480x280px.jpg
Skriva út
Lagt út: 21.02.2019

Granskarar kunnu søkja stuðul til útgávu av vísindagreinum og bókum

Tað kostar oftast heilt fitt at almannakunngera vísindaligar greinar í Open Access tíðarritum, tað eru tíðarrit, sum ikki krevja haldaragjald. Forløgini, sum eiga tíðarritini, krevja í staðin gjald frá høvundunum fyri at geva greinarnar út.

Granskingarráðið umsitur eina stuðulsskipan, sum kann lætta um hesa fíggjarligu byrðuna. Skipanin er stovnsett við fænum úr Eik Vísindagrunninum, sum Granskingargrunnin eftir áheitan yvirtók í 2015.

Til ber eftir umsókn at lata stuðul til útgávu av javnlíkamettum (peer reviewed) vísindaverkum. Allir granskarar í Føroyum kunnu søkja, tað er ikki krav, at verkætlanin hevur fingið stuðul úr Granskingargrunninum. Les neyvari krøvini í stuðulsskipanini her 

Útgávustuðul kann latast til:

- Gjald fyri útgávu av grein í Open Access tíðarriti. Stuðul kann í mesta lagi verða kr. 8.000.

- Part av prentkostnaðinum til bøkur og greinasøvn. Stuðul kann í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 25.000 fyri hvørja útgávu.

Stuðul til onnur átøk kann í mesta lagi vera kr. 50.000.

Umsóknir skulu skrivast á hetta oyðublaðið og skulu saman við kravdu fylgiskjølunum sendast talgilt til gransking@gransking.fo

Higartil eru 18 játtanir latnar frá hesi stuðulsskipanini.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum