Skriva út
Lagt út: 27.04.2021

Granskarar hava laðað vísindaligan varða

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur havt høvuðsábyrgdina av drúgvum yvirlitsverki í "Sports Medicine" um vøddafysiologi, sum byggir á gransking heilt aftur til 1930-ini.

Drúgv yvirlitsgrein (review) er útkomin í Sports Medicine, sum er eitt av heimsins mest viðurkendu vísindaligu tíðarritunum á sínum granskingarøki.

Magni Mohr er høvuðsrithøvundi og -ábyrgdari, og yvirlitsgreinin hevur heitið, “Muscle glycogen metabolism and high-intensity exercise performance: A narrative review”.

Hinir granskararnir, sum eru við, teljast millum mætastu vøddafysiologar í heiminum.

Ofta ganga altjóða granskarar saman um at skriva vísindaligar yvirlitsgreinar, sum neyvt útgreina tey serøki, sum teir hava granskað leingi. Og í hesum føri verður farið heilt aftur í 1930´ini eftir granskingarúrslitum og fram til dagin í dag.

Nýggja yvirlitsgreinin viðger, hvussu kolvætulagrini (glykogenið) í vøddakyknunum stýra (regulera) lívevnafrøðiligu tilgongdum frá tí, at ein nervaimpulsur rakar vøddakyknuhinnuna og til kraft og orka verða ment inni í kyknuni, meðan arbeitt verður av grimd. Hetta eru neyðugar tilgongdir fyri, at vøddin kann arbeiða og framleiða orku á munadyggan hátt.

- Í 1939 vístu donsku granskararnir Christensen og Hansen á eitt greitt samband millum kolvætuevnaskiftið í vøddum øðrumegin og kropslig avrik hjá menniskjum hinumegin, greiðir Magni Mohr frá.

- Í 1960´unum, tá vøddabiopsimetodan varð uppfunnin, vístu navnframi Bengt Saltin og hansara starvsfelagaðar fyri fyrstu ferð við beinleiðis mátingum á, at nøgdin á vøddaglykogeni er tætt knýtt at langtíðaravrikum. Síðan hava vit og onnur víst, at vøddaglykogen verður niðurbrotið ymiskt í ymiskum sløgum av vøddafiprum og ymsastaðni í vøddakyknuni, sum so aftur vísir á serstøku og fjølbroyttu leiklutirnar hjá glykogeninum, sigur professarin.

Magni Mohr er so sera fegin um hesa nýggju greinina.

- Ja, tí talan er um eina umfatandi grein, har vit eru fleiri altjóða granskarar við sterkum profilum á vøddafysiologiska økinum, sum hava arbeitt saman. Millum annað hevur Lawrence Spriet frá University of Guelph í Kanada kannað leiklutin hjá vøddaglykogeninum í eini hálvthundrað ár og er ein av teimum heilt stóru arbeiðsfysiologunum seinastu áratíggjuni.

- Talan er eisini um eitt dygt yvirlit yvir grundgransking, sum hevur alstóran týdning fyri at betra um avrikini í úrvælsítrótti og fyri betur at skilja grundirnar til vøddamøði undir hørðum arbeiði, eins væl og at skilja nakrar av høvuðsmekanismunum í evnaskiftissjúkum, sum typu 2 diabetes, sigur Magni Mohr.

Magni Mohr, sum telist millum mest endurgivnu føroysku granskararnar í vísindaligum bókmentum, samanber stóru yvirlitsgreinina við ein vísindaligan varða, sum hann væntar, at vøddafysiologiskir granskarar í komandi tíðum javnan fara at leita aftur til.

Úrtak av greinini kann lesast her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.