Skriva út
Lagt út: 22.08.2008

Granskarar eru summargestir


Á hvørjum ári koma ein ørgrynna av útlendskum granskarum og universitetslesandi til Føroya at gera kanningararbeiði. Nógv brúka summarfrítíðina til at vitja og granska í Føroyum. Fleiri ráðstevnur og skeið verða hildin, oftast í august, og feltkanningar, sum oftast krevur ljós og hampuligt veður, verða eisini fyriskipaðar.

Millum annað kann nevnast at:

 

Jarðfeingi hevur havt 45 luttakarar á rannsóknarferð í Føroyum 15.-22. august. Les meira

 

Fornfrøðingar frá Fornminnissavninum hava saman við fólki frá Bradford, Durham og Stirling hildið fram við kanningararbeiðinum á Sandi. Hetta er partur av verkætlanini "Heart of the Atlantic". Les meira

 

Náttúrugripasavnið hevur havt vitjan av granskarum, sum hava kannað ITEX støðina á Sornfelli og av fólki, sum hava kannað innfluttar nyttuplantur.

Granskarar á Føroyamálsdeildin vóru saman við umleið 30 útlendskum granskarum á málráðstevnu í Havn 8.-16. august, sum var fyriskipað av Höskuldi Thráinssyni, Thórhalli Eythórssyni, Øystein A. Vangsnes, Jógvani í Lon Jacobsen, and Victoriu Absalonsen . Les meira