Hagtol GogM 2025.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.10.2026

Granska og menna fyri 1,3 prosent av BTÚ í 2025

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning í 2025 vóru 388 milliónir krónur, ella 53 milliónir krónur meira í mun til árið fyri. Tað er 1,3 prosent av bruttutjóðaúrtøkuni í Føroyum. Tað vísa tøl, ið Hagstovan hevur ment í samstarvi við Granskingarráðið.

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning á royndarstigi sum prosentpartur av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) er høvuðshagtalið. Tað verður nýtt til at samanbera granskingar- og menningarvirksemið millum lond. Evropasamveldið hevur sum mál, at útreiðslurnar til gransking og menning skulu vera 3 prosent av BTÚ í 2030.

Í 2025 varð granskað og ment fyri 388 milliónum krónur í Føroyum. Tað svarar til 1,3 prosent av BTÚ. Tað er 0,1 prosentstig hægri enn árið frammanundan. Bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum í 2025 var 29,5 milliardir krónur, sum er ein vøkstur upp á 5,6 prosent. Um Føroyar skuldu rokkið 3 prosent av BTÚ í 2025, skuldu útreiðslurnar verið tilsamans 885 milliónir krónur, ella 500 milliónir krónur meira.

gransking-og-menning 2025 1.png

Føroysku útreiðslurnar til gransking og menning lægst í Norðurlondum

Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger endalig hagtøl fyri gransking og menning fyri 2025. Svøríki hevur kunngjørt fyribils hagtøl sum vísa, at útreiðslurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ vóru 3,5 prosent í 2025. Í árunum 2022 til 2024 vóru føroysku útreiðslurnar í gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst í øllum Norðurlondum.

Útreiðslurnar, sum partur av BTÚ í Føroyum, hinum Norðurlondunum og ES síggjast her fyri árini 2022, 2023, 2024 og 2025.

gransking-og-menning 2025 2.png

Almennir stovnar fremja grundgransking — privata vinnan fremur menningararbeiði

Almennir og hægri útbúgvingarstovnar fremja í størstan mun grundgransking. Í 2025 vóru 55 prosent av útreiðslunum í grundgransking og einans 12 prosent í menningararbeiði. Harafturímóti er tað tann privata vinnan, sum fremur menningararbeiði. Heili 66 prosent av útreiðslunum vóru í menningararbeiði og einans 10 prosent í grundgransking.

Grundgransking hevur sum fremsta mál at útvega nýggja vitan um grundarlagið undir fyribrigdum og sjónligum sannroyndum, uttan nakra ávísa nýtslu í huga.

Nýtslugransking fevnir um upprunaligar kanningar, sum miða eftir at útvega vitan at nýta til ávíst endamál ella ætlan.

Menningararbeiði fevnir um skipað arbeiði, ið byggir á vitan frá gransking og royndum til at framleiða nýggjar vørur og tilgongdir ella betra verandi vørur ella tilgongdir.

slag-av-gransking 2025.png

Granska serliga í náttúruvísind, aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum

Samlað eru 81 prosent av granskingarútreiðslunum í Føroyum í náttúruvísind ella í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum.

Einans 19 prosent av útreiðslunum eru í verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindum, samfelagsvísind ella hugvísind og list.

Tað er eisini greitt, at privata vinnan granskar í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum. Almennir stovnar granska í stóran mun í náttúruvísind, meðan hægri útbúgvingarstovnar granska meira javnt býtt millum flest øll fakøkini.

Tað verður granskað og ment innan ymisk fakøkir, og í sambandi við hagtalsarbeiði eru tey flokkað á seks flokkingar eftir OECD. Flokkingarnar eru náttúruvísind, aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísind, verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindir, samfelagsvísind ella hugvísind og list.

slag-av-utreislum-fakoki-2025.png

Tilfeingisvinnan størstu framgongdina

Stovnar og fyritøkur í tilfeingisvinnuni granskaðu og mentu fyri 210 milliónir krónur í 2025. Tað er ein hækking á 92 milliónir krónur, ella 78 prosent.

Harafturímóti høvdu stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni eina lækking á 40 milliónir krónur, 20 prosent lægri enn í 2024.

Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.

Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleigu, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Utreidslur-hovudsvinnugreinabolkar 2025.png

Vinnufeløg størst útreiðslur

Útreiðslurnar í gransking og menning hækkaðu við 28 prosentum hjá privatum vinnufeløgum í Føroyum. Tað eru 57 milliónir krónur meira enn árið fyri. Serliga eru tað rakstrarútreiðslur, sum eru hækkaðar. Samlaðu útreiðslurnar í gransking og menning hjá tí almenna og hægri útbúgvingastovnum minkaðu 4 prosent.

Utreidslur-fremjandi-geirar.png

Færri granska og menna

Tað vóru tilsamans 242 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2025. Tað eru 19 ársverk minni enn í 2024. Kynsbýtið er 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur. Menn eru í 84 prosent av teknisku størvunum meðan umleið eins nógvar kvinnur og menn eru granskarar.

Eitt ársverk er roknað sum arbeiðsorkan hjá einum fulltíðarstarvsfólki í eitt ár.

Arsverk 2025.png

Tilfarið er úr grein frá Hagstovu Føroya, sum savnar og greinar hagtøl fyri gransking, mening og nýskapan í samstarvi við Granskingarráðið. Í greinini eru eisini allýsingar av hugtøkum og slóð til fleiri grafar og talvur í Hagtalsgrunninum