Skriva út
Lagt út: 20.10.2015

Gott 1000 føroyskar kvinnur brúka vandamiklastu p-bollarnar

Fjórða hvør føroysk kvinna, sum brúkar p-bollar, brúkar sløg úr sokallaðu 3. og 4. generatión. Hesi sløgini økja sambært kanningum munandi um vandan fyri at fáa blóðproppar í lungu og bein, samanborið við eldru og minni vandamiklu sløgini, tey sum verða kallað 2. generatións p-bollar.

Í august vóru greinar í donsku miðlunum, sum við støði í nýggjum tølum fyri 2014 vístu, at 120.000 danskar kvinnur, svarandi til 28 prosent av øllum kvinnum, sum brúka p-bollar, fáa vandamiklaru sløgini.

Í Føroyum vísa tøl frá Apoteksverki Føroya, at tað eru gott 1000 av 4000 kvinnum í Føroyum sum brúka p-bollar, næstan 27 prosent, sum brúka vandamiklaru sløgini av p-bollum.

Í mun til í Danmark er talið á føroyskum kvinnum, sum brúka p-bollar munandi lægri. Knapt 290 av hvørjum 1000 kvinnum í Føroyum, Knapt 330 av 1000 í Danmark í 2013. Nýtslan er yvirhøvur fallandi.

Øjvind Lidegaard. professari, dr.med. og yvirlækni á Gynækologisk Afdeling á Ríkissjúkrahúsinum segði soleiðis við Politiken:

- Tað eru enn alt ov nógvar kvinnur, sum koma sær í vanda fyri at fáa blóðpropp. Eg eri sannførdur um, at flestu kvinnur, um tær fingu at vita, at tær eru í dupult so stórum vanda fyri at fáa blóðpropp, høvdu skift slag.

Hann er ein av fremstu serfrøðingunum í p-bolla trygd og hevur seinastu árini staðið fyri fleiri av teimum kanningunum, sum hava skjalprógvað økta vandan fyri blóðproppum við nýggjaru sløgunum.

Øll sløg av p-bollum økja um vandan fyri at fáa blóðpropp í mun til ikki at brúka p-bollar, men nøkur meira enn onnur. Við 2. generations sløgunum er vandin 3 til 10.000, meðan vandin er 6 til 10.000 við 3. ella 4. generatións sløgunum.

Donsku heilsumyndugleikarnir viðmæla nú, grundað á kanningarnar seinastu árini, 2. generatións p-bollarnar sum fyrstaval hjá teimum, sum byrja at brúka p-bollar, og biðja læknar umhugsa um kvinnur, sum hava fingið hini sløgini, skulu skifta, tá tær skulu hava nýggja ávísing.

Henrik G. Jensen, deildarstjóri í Sundhedsstyrelsen segði við Politiken:
- Sundhedsstyrelsen vil fegin, at flestu kvinnur brúka 2.generatións p-bollar, har tað ber til og heilsufakliga er forsvarligt.

Seinastu 10 árini er talið av kvinnum, sum brúka 3. ella 4.generatións p-bollan, fallið munandi.

Les tilmæli frá Sundhedsstyrelsen her

Les samanbering av heilivágsnýtslu í Norðurlofum í frágreiðingini Helsestatistik for de nordiske lande. Nýtslan av p-bollum sæst á s. 131-132.

Keldur: Apoteksverk Føroya, Sundhedsstyrelsen, Politiken og Jyllandsposten.