Skriva út
Lagt út: 03.02.2012

Góðskan versnar, tá effektiviteturin økist

Fiskivinnan í norðurnoregi fær vánaligari rávørur, tí veiðueffektivititur verður raðfestur hægri enn góðska

Ein kanning av sambandinum millum val av fiskireiðskapi, stødd á fiskiførum, veiðustødd og góðsku á rávøru frá norska strandaflotanum, bendir á, at góðskan versnar.

Granskarar frá Nofima hava kannað rávøruna av toski, hýsu og upsa, sum verður avreidd til fiskivinnuna í Norðurnoregi. Kanningarnar eru almannakunngjørdar í frágreiðing hjá Edgar Henriksen og Marianne Svorker við heitinum: “Fangstregulering og råstoffkvalitet i kystflåten. Ferskt råstoff til fiskeindustrien i Nord-Norge.“

Úrslitini benda á, at bygnaðurin í strandaflotanum (kystflåten) hevur ført við sær, at veiðueffektiviteturin verður raðfestur hægri enn góðska.

Húkaveiddur fiskur frá smáum bátum gevur bestu góðskuna og javnastu veiðuna, men kortini landar strandaflotin minni av hesum.

– Landingar av veiðu veiddar við amboðum, sum geva vánaligstu rávørugóðskuna, sum gørn, snurriváð og nótir, økjast, meðan landingar veiddar við snellu og línu, sum geva bestu góðskuna, minka.

– Veiðunøgdin økist eisini og serliga stórar veiðunøgdir frá stórum førum síggja út til føra við sær verri rávørugóðsku, sigar granskararnir í niðurstøðum sínum.

Í fiskivinnuni er fatanin, at rávørugóðskan frá stórum veiðum frá stórum førum er vánaligast. Veiðunøgdirnar eru øktar í øllum skipabólkum.

Neyðugt at gera okkurt
Keypsskipanin í dag gevur fiskakeyparum møguleika bæði at gjalda minni fyri vánaliga góðsku og at gjalda meira enn minstaprís fyri at samsýna góðsku. Hetta verður tó bert brúkt í lítlan mun.

Í dag finst einki skjalprógv fyri, at ein almenn góðskuhækking av rávørunum gevur økta virðisskapan gjøgnum virðisketuna.

Í kanningini vísa granskararnir á, at tað ber til at gera ásetingar í regluverkinum, sum kunnu virka við til at rávørugóðskan verður betri.

– Hetta eigur tó ikki at vera gjørt, fyrr enn tað er prógvað, at til ber at virðisøkja við at fáa betri góðsku, sigur verkætlanarleiðarin Edgar Henriksen.

Um verkætlanina
Niðurstøðurnar eru úr frágreiðingini hjá Henriksen & Svorken: Fangstregulering og råstoffkvalitet i kystflåten. Ferskt råstoff til fiskeindustrien i Nord-Norge 

Verkætlanin er fíggjað av Fiskeri- og havbruksnæringens forskningsfond (FHF) og er partur av granskingarskránni Markedsbasert høsting av fiskeressurser.

Útgangsstøði í Føroyum gott
Nógv at tí, sum kemur fram í norsku kanningini, hevur eisini verið umrøtt og arbeitt við í Føroyum. Niðurstøðurnar, um at húkur gevur bestu góðskuna, eru fólk eisini púra samd í.

Spurdur, um hendan kanningin kann geva okkum nýggja vitan, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, at talan er um áhugaverda kanning:

- Ikki óvæntað vísir kanningin, at húkaveiddur fiskur gevur betri og javnari góðsku enn net-reiðskapur.

- Føroyski fiskiskapurin er skipaður soleiðis, at húkur veiðir meginpartin av toski og hýsu. Í (langtíðar)miðal verða eini 75% av toski og hýsu undir Føroyum veidd við húki. Hetta er øðrvísi enn í Norra, har ein munandi størri partur verður veiddur við gørnum (partvís eisini snurrinót).

- Í so máta er okkara útgangsstøði fyri høgari og javnari góðsku til staðar, og tað er jú at fegnast um. Tá eru hagreiðingin umborð og túralongdin avgerandi fyri endaligu góðskuna.

- Viðvíkjandi upsa, ið er tað triðja fiskaslagið í kanningini, stendur trolið hinvegin fyri yvir 90% av veiðuni við Føroyar. Hesin reiðskapurin er ikki við teirri norsku í kanningini, sigur Eilif Gaard

Við húkaveiðu verður fiskurin blóðgaður livandi, og hetta er tað, sum í útgangsstøði gevur góðu góðskuna. Avgerandi fyri endaligu góðskuna eri víðari hagreiðingin.

Hetta er ein spurningur, sum Jens Christian Olsen á Fiskamarknaði Føroya hevur arbeitt við í longri tíð. Fiskamarknaðurin hevur fingið gjørt fleiri filmar við vegleiðingum til bestu møguligu hagreiðing av fiskinum.

Í norsku kanningini verður sagt, at tað ikki er skjalprógvað, at íløgur í at hækka góðskuna, m.a. við at brúka røttu amboðini og fara betri um fiskin, loysa seg fíggjarliga í síðsta enda. Hóast fiskurin við betri góðsku gevur betri prís, so er møguligt at eyka kostnaðurin fyri at fáa betri góðskuna er so stórur, at hann ikki verður vunnin inn aftur við hægra prísinum.

Jens Christian Olsen er samdur í, at tað helst fer at vera trupult at skjalprógva hendan samanhangin beinleiðis, tí nógvir faktorar kunnu spæla inn. Hann er kortini sannførdur um, at tað má arbeiðast miðvíst fyri at fáa bestu góðskuna. Betri góðska eigur við tíðini at geva betri prís.

- Hetta er langsiktað arbeiði, eingin ivi um tað. Men t.d. ein bátur, sum áhaldandi kann avreiða væl hagreiddan er fisk, er sera áhugaverdur hjá keyparanum, og hetta má síggjast aftur í prísinum.

Hagreiðingarvegleiðingarnar hjá Fiskamarknaðinum kunnu síggjast á heimasíðuni: www.fmf.fo