Skriva út
Lagt út: 03.01.2008

Góða umsóknin til 7. rammuskránna

Tað er ein krevjandi uppgáva at skriva eina ES-umsókn, tí kann tað verða avgerandi fyri metingina at fáa vegleiðing í at skriva eina tílíka umsókn.

14. mars og 30. september, 2008, skipar Forsknings- og Innovationsstyrelsen fyri skeiði undir heitinum ’Leiðin til eina góða umsókn til 7. rammuskránna hjá ES’. Skeiðið verður hildið í Eigtveds Pakus í Keypmannahavn.

Meira fæst at vita um hetta skeiðið her: http://fi.dk/site/forside/nyheder/arrangementer/2008/
kursus-vejen-til-en-god-ansoegning-til-eus-7-rammeprogram

Skráin fyri skeiðsvirksemið hjá Forsknings- og Innovationsstyrelsen fyri 2008 kann sæst her: http://fi.dk/site/forside/nyheder/arrangementer/2008